Tónleikaástøði & hoyrilæra - Miðstøði
Tónleikaástøði og hoyrilæra - Miðstøði
Aldursmark: 10 ár.
Vit nema við alt, sum tónleikur hevur at bjóða. Vit fáast við teori og hoyrulæru - tónabilum (interval), samljóðum (harmonilæru), jazz rútmum, latínskum rútmum, klassiskum blaðsangi, men síðani kanna vit eisini gjøllari eldri og nýggjari tónaskøld. Harumframt hyggja vit eftir, hvussu eitt orkestur riggar. Vit arbeiða við at duga fylgjandi:
- at hoyra øll tónabil til ein fimt.
- at kenna tónastig í dur og moll.
- at hoyra mun á dur og moll samljóðum.
- at kenna heitið á og raðfylgju á tónleikaskeiðum frá renesansuni til modernismuna.
- at kenna nøvnini á fleiri tónasmiðum og flokka teir í tónleikaskeið.
- at læra kvintringin.
- at kenna ferðásetingar so sum adagio, andante, allegro, vivace og ritardando og hugtøk so sum legato og staccato.
- at endurgeva rútmu- og lagagongd.
- at áseta tónaslag til og við tveimum forteknum.
- at áseta tónabil (interval) upp til ein áttind (oktav).
Harumframt arbeiða vit við at áseta tónasløg upp til seks fortekin, at kenna øll ljóðførini í einum symfoniorkestri og at hoyra tónabil (interval) upp til ein tíggjund. Vit byrja eisini at arbeiða við funktionsteori (T, S, D, Tp, Sp, Dp, bidominantum og vekslidominantum) og at viðgera ymisk sløg av dominant samansetingum.