Saksofon
Frálæra
Frálæran í saksofon er skipað sum einstaklingafrálæra, har næmingurin fær frálæru frá lærara í 30 minuttir um vikuna. Frálæran tekur støði í saksofonini sum solo-ljóðføri og er samskipað eftir eini námsæltan, sum hevur innbygd menningarstig.
Nótar
Næmingurin fær útvegað nótar frá læraranum / skúlanum.
Nótar
Næmingurin fær útvegað nótar frá læraranum / skúlanum.
Samanspæl
So skjótt sum tað ber til, verður næmingurin settur í hóskandi samanspæl. Orkesturspæl er 60 minuttir um vikuna.
Konsertir o.a. virksemi
Partur av frálæruni og menningini av næminginum er at framføra solo ella í samanspælsbólkum. Roknast kann við nakað av konsertvirksemi um árið, men tað velst um næmingin og menningarstøðið.
Støðumet
Einaferð um árið skulu allir næmingar á skúlanum til eina lítla roynd, har næmingurin spælir fyri læraranum og einum øðrum lærara og fær síðani eitt støðumet. Støðumetið er vanliga um várið.
Heim og Skúli
Støðugt samskifti millum heim og skúla leggur góðar lunnar undir góða menning hjá næminginum. Umframt gerandisliga samskiftið millum lærara og foreldur eru eisini viðtalur; ein felags viðtala fyri øll foreldur við ársbyrjan og ein einstaklinga foreldraviðtala í.s.v. støðumetið um várið.
Aldur
Til ber at byrja at spæla á saksofon um 9-10 ára aldur.
Lán av ljóðføri
Til ber at lána saksofon frá skúlanum (fyrivarni verður tikið fyri, at ljóðføri er tøkt)
Prísur og reglugerð
Um ljóðførið
Saksofonin er eitt sokallað transponerað ljóðføri í træblásturs familiuni. Fyrsta saksofonin bleiv gjørd i 1840'unum av tí belgiska ljóðførissmiðinum Adolphe Sax.
Grundin til at saksofonin er bólkað sum eitt træblásturs ljóðføri, er at saksofonblaðið vanliga er gjørt úr træi, og uttan hetta saksofonblað, ber ikki til at fáa ljóð ella tóna úr ljóðførinum. Tey vanligastu sløgini eru sopran-, alt-, tenor- og barytonsaksofonir. Sopransaksofonir og tenorsaksofonir eru stemmaðar i Bb, meðan altsaksofonir og barytonsaksofonir eru stemmaðar í Eb. Sopransaksofonin líkist eini klarinet við sínum avlanga og beina skapi, ímeðan hinar saksofonirnar eru boygdar í einum S-formi. Saksofonin er ”konisk” gjørd í mun til floytir og klarinettir sum eru ”cylindriskt” gjørdar. Saksofonin verður brúkt í flest øllum sløgum av tónleiki, men er tó mest kend innan jazz, har saksofonin oftast verður nýtt sum solo og improvisatións ljóðføri. Saksofonin verður eisini brúkt í klassiskum tónleiki, og verður har mett sum eitt tíðningarmikið ljóðføri í teimum nýggjaru klassisku verkunum Til síðst og ikki minst er saksofonin kend í teimum nógvu saksofonkvartettunum, ið finnast runt heimin.