Skip to main content Skip to footer

Dátuvernd í sambandi við tilmelding til Tórshavnar Musikkskúla

Tórshavnar Kommuna tekur dátutrygd og verju av tínum persónupplýsingum í størsta álvara. Ikki einans við at tryggja okkara kt-skipanir, men eisini við, at okkara starvsfólk í dagliga yrki sínum eru kunnað og tilvitað um, hvussu vit handfara persónupplýsingar sambært galdandi lóggávu. Í Tórshavnar Kommunu viðgera vit tær persónupplýsingar, sum eru neyðugar fyri at loysa okkara uppgávur.

Tórshavnar Kommuna er dátuábyrgdari. Tað er okkara ábyrgd, at tú trygt kanst lata tínar persónupplýsingar til okkum.
Á leinkjuni niðast undir “Persónupplýsingarpolitikkur hjá Tórshavnar Kommunu” sært tú, hvussu tú samskiftir við okkum, um tú hevur spurningar viðvíkjandi persónupplýsingum, um dátutrygd ella fært illgruna um møgulig trygdarbrot.

Tórshavnar Musikkskúli er stovnur undir Tórshavnar Kommunu. Musikkskúlin viðger persónupplýsingar um teg fyri at loysa fyrisitingarligu uppgávur í sambandi við tína musikkskúla tilmelding. Musikkskúlin savnar bert upplýsingar, ið eru neyðugar fyri at viðgera tína tilmelding á nøktandi hátt og fyri at kunna halda avtaluna, sum verður gjørd við teg í sambandi við tilmelding.

Tá tú meldar til skipanina hjá Tórshavnar Musikkskúla, letur tú okkum tær persóndátur, vit hava tørv á fyri at veita tær rætta og nøktandi tænastu.

Lærararnir skulu nýta ávísar persónupplýsingar hjá tær í sambandi við frálæruna. Vanliga er talan um navn, aldur, telefonnr. og teldupostadressu. Lærarin nýtir hesar upplýsingar fyri at kunna samskifta við teg. Persónupplýsingarnar verða strikaðar, tá ið endamálið við at brúka upplýsingarnar er rokkið. 

Tú hevur altíð rætt til at vita hvaðani og hvørjar upplýsingar, vit innsavna og skráseta um teg. Metir tú, at onkrar upplýsingar, sum vit hava innsavnað og skrásett, eru skeivar, hevur tú rætt at fáa hesar rættaðar.

Tú hevur eisini rætt til at fáa upplýsingar strikaðar. Hesin rættur er tó ikki treytaleysur, tá ávísir upplýsingar ikki mugu strikast grundað á aðra lóggávu, ella um avtala ella annað endamál gevur Tórshavnar Musikkskúla rætt til at varðveita og viðgera hesar upplýsingar. Ynskir tú at nýta tíni rættindi í sambandi við persónupplýsingar, skalt tú skriva til torshavn@torshavn.fo.

Tú kanst lesa meira um, hvørji rættindi tú hevur við at nýta leinkjuna undir “Persónupplýsingarpolitikkur fyri Tórshavnar Kommunu” niðanfyri.

Tú kanst lesa meira um persónupplýsingarpolitikkin hjá Tórshavnar Kommunu, og tíni rættindi við at brúka hesa leinkjuna.