Skip to main content Skip to footer

UVT Filter

Tónleikaframleiðsla

Frálæran í tónleikaframleiðslu er hugsað til tín, ið hevur áhugað at framleiða tónleik og/ella framføra tónleik á teldu.

Frálæra 
Frálæran í tónleikaframleiðslu er fyrst og fremst skipað sum einstaklingafrálæra, har næmingurin fær frálæru frá lærara í 45 minuttir um vikuna.
Frálæran tekur støði í einstaka næminginum og arbeitt verður við uppgávum til tess at menna tónleikaligt og tekniskt innilit hjá viðkomandi.

Konsertir og samanspæl
Við undirvísingini nemur næmingurin sær førleikar, ið ofta eru eftirspurdir í samstarvi við onnur. Við støði í næminginum og hansara/hennara menningarstøði, kann væntast, at onkur framførsla ella verkætlan er árliga. 
Um næmingurin ynskir at leggja høvuðsdentin á at mennast til útinnandi elektroniskan tónleikara, eru framførslur partur av frálæruni. 

Støðumet
Einaferð um árið skulu allir næmingar á skúlanum til eina lítla roynd, har næmingurin spælir fyri læraranum og einum øðrum lærara og fær síðani eitt støðumet. Støðumetið er vanliga um várið. 

Heim og Skúli
Støðugt samskifti millum heim og skúla leggur góðar lunnar undir góða menning hjá næminginum. Umframt gerandisliga samskiftið millum lærara og foreldur eru eisini viðtalur; ein felags viðtala fyri øll foreldur við ársbyrjan og ein einstaklinga foreldraviðtala í.s.v. støðumetið um várið. 

Aldur
Byrjanaraldur er mettur at vera 14 ár. 

Útgerð
Telda: Best, um næmingurin hevur farteldu við. Til ber eisini at hava heimateldu og brúka telduna, sum er í Tórshavnar Musikkskúla.  

Prísur og reglugerð
Leinkja til kunning um kostnað og reglugerð (uppmøting, avboð, sjúka, farloyvi etc.)