UVT Filter
Byrja í 1. flokki
Frálæra
Ljóð í Leiki er eitt undirvísingarligt tónleikasamstarv millum Tórshavnar Musikkskúla og Skúlan við Løgmannabreyt.
Endamálið við Ljóð í leiki er at bjóða børnum í Skúlanum við Løgmannabreyt eitt skúlatilboð, har ljóðføris- og tónleikaundirvísing í víðastu merking er sameind við vanligu frálæruna í fólkaskúlanum og á tann hátt dagligur partur av skúladegnum fyrstu skúlaárini. Eftir loknan 3. flokk í Ljóð í Leiki, hava næmingarnir beinleiðis atgongd at halda áfram við frálæruni í Tórshavnar Musikkskúla
Gransking vísir, at í skúlanum, har stórur dentur verður lagdur á at undirvísa í tónleiki, læra børnini skjótari og betur enn vanligt. Tey menna rørsluligu evnini, læra at hugsavna seg og stimbra á tann hátt evnini at læra. Hetta verður m.a. gjørt við ljóðførislæru, hoyrilæru og sangi. Harafturat menna tey í samspælinum við onnur evnini at lurta hvør eftir øðrum, og tey læra at hoyra og síggja í verki týdningin av at lyfta í felag og at spæla saman.
Tónleikaundirvísingin er í skúlatíð og fylgir skúlaárinum. Tað merkir, at tónleikur er dagligur partur av skúladegnum. Leisturin er skipaður sleiðis, at tríggjar dagar um vikuna fer næmingurin eina løtu burtur frá vanliga flokstímanum til tónleikaundirvísing.
Undirvísingin í Ljóð í Leiki fylgir fólkaskúlaárinum, og sær soleiðis út:
Einstaklingaundirvísing eina ferð um vikuna í 30 minuttir.
Bólkasamanspæl eina ferð um vikuna í 30 minuttir.
Hoyilæra og ástøði (teori) eina ferð um vikuna í 45 minuttir.
Orkestursamanspæl og framførsla fýra verkætlanir um árið í 2. og 3. flokki. 1. flokkur tó tríggjar verðir um árið.
Ljóðførini, ið til ber at spæla í Ljóð í Leiki, eru tvørfloyta, klarinett, saksofon, trompet og trombon.
Nótar
Frálærubókin Start Klart 1 & 2 verður brúkt. Næmingurin fær nótar útvegaðar frá læraranum / skúlanum men skal eisini keypa bøkurnar, sum fáast í bókhandlunum.
Konsertir og samanspæl
Partur av frálæruni og menningini av næminginum er at framføra solo ella í samanspælsbólkum. Roknast kann við nakað av konsertvirksemi um árið, men tað velst um næmingin og menningarstøðið.
Støðumet
Einaferð um árið skulu allir næmingar í Ljóð í Leiki til eina lítla roynd, har næmingurin spælir fyri læraranum og einum øðrum lærara og fær síðani eitt støðumet. Støðumetið er vanliga um várið.
Heim og Skúli
Støðugt samskifti millum heim og skúla leggur góðar lunnar undir góða menning hjá næminginum. Umframt gerandisliga samskiftið millum lærara og foreldur eru eisini viðtalur; ein felags viðtala fyri øll foreldur við ársbyrjan og ein einstaklinga foreldraviðtala í.s.v. støðumetið um várið.
Aldur
Næmingarnir byrja, tá ið teir fara í 1. flokk. Tá ið næmingarnir fara í 4. flokk, stendur tað teimum í boði at halda fram í Tórshavnar Musikkskúla til vanliga undirvísing við sama ljóðføri.
Lán av ljóðføri
Næmingarnir fáa ljóðføri frá Tórshavnar Musikkskúla til láns. Ljóðførini, ið verða brúkt í Ljóð í Leiki eru floyta, klarinett, saksofon, trompet og trombon