UVT Filter
Tónleikaástøði & hoyrilæra - Byrjanarstøði
Tónleikaástøði og hoyrilæra - Byrjanarstøði
Aldursmark: 10 ár.
Her fáa næmingar sína fyrstu tilgongd til fyrstu byggiklossarnar í tónleiki, bæði í ljóð og skrift. Vit arbeiða við at duga fylgjandi:
- at áseta øll tónabil (interval) í nótamyndini til ein fimt (ein kvint).
- at kenna øll heiti fyri tónabil (interval) til ein áttind (eina oktav).
- at hoyra mun á dur og moll.
- at hoyra mun á tónabilum sum stórari og lítlari tvíund (sekund) og tríund (terts).
- at syngja eftir eitt stutt lag eftir at tað er spælt á klaveri.
- at klappa eftir lættari rútmum.
- at hoyra mun á trífjórðings og fýrafjórðings takt.
- at skilja merkingar so sum p, pp, ppp, mf, f, ff, fff, cresc., og dim.
Umframt tosa vit um tíðarskeið í tónleiki, og orkestur/bólkar og lurta eftir tónleikadømum.