UVT Filter
Orgul
Frálæra
Frálæran í orgli er einstaklingafrálæra, har næmingurin fær frálæru frá lærara í 30 minuttir um vikuna. Frálæran tekur støði í orglinum sum solo-ljóðføri og er eftir eini námsæltan, sum hevur innbygd menningarstig og tekur næmingin frá byrjanarstøði og fram í tann mun næmingurin brúkar tíð til venjing og hevur hegni til at læra at spæla. Eftir vegleiðing frá læraranum keypur næmingurin nótar til frálærunu. Tað er týdningar-mikið at næmingurin dámar og dugir at arbeiða sjálvstøðugt.
Konsertir o.a. virksemi
Partur av frálæruni og menningini av næminginum er at næmingurin spælir til næmingakonsertir - í byrjanini smá tónleikstykkir og lættar sangir, seinni størri verk og fýraraddaðar koralir, har bassurin verður spældir vi pedal (við fótunum). Seinni spælir næmingurin bæði solospæl og til sang til guðstænastur, samkomur ella til dømis morgunsang, har spælast skal til felagssang. Ein partur av orgulfrálæruni er eisini at læra orglið at kenna, at vita hvussu tað virkar og duga at kobla stemmur til og frá - alt eftir hvussu tað er hóskandi at orglið í støðu tú spælir í.
Støðumet
Einaferð um árið skulu allir næmingar á skúlanum til eina lítla roynd, har næmingurin spælir fyri læraranum og einum øðrum lærara og fær síðani eitt støðumet. Støðumetið er vanliga um várið.
Heim og Skúli
Støðugt samskifti millum heim og skúla leggur góðar lunnar undir góða menning hjá næminginum. Umframt gerandisliga samskiftið millum lærara og foreldur eru eisini viðtalur; ein felags viðtala fyri øll foreldur við ársbyrjan og ein einstaklinga foreldraviðtala í.s.v. støðumetið um várið.
Aldur
Til ber at byrja at spæla orgul frá um 10 ára aldur. Esini ber til at læra at spæla orgul
hjá ungum og vaksnum, sum til dømis hava spælt klaver og tí hava góðar førleikar til at læra at spæla orgul.
Lán av ljóðføri / útgerð
Næmingurin skal sjálvur útvega sær ljóðføri at spæla á. Hetta kann í byrjanini vera klaver ella keyboard. Seinni kann næmingurin venja á orglum í kirkjum, sum hann saman við læraranum skaffar sær atgongd til.
Prísur og reglugerð
Um orglið
Orglið er størsta ljóðføri, sum til er. Bæði í vavi, ljóðstyrki, klangi. Talið av "stemmum" vísir hvussu stórt eitt orgul er. Orgul kunnu vera sera ymisk til støddar - líka fra tveimum stemmum til yvir hundrað stemmur. Tey størstu orglini í Føroyum hava umleið 30 stemmur.
Orglið er eitt blásiinstrument við tangentum, sum líkjast klavertangentum. Tangentrekkjan á orglinum, sum kallast manualið, er stytri enn á klaverinum. Ofta hevur orglið fleiri manual. Summi orgul hava eisini eina bass-tangentrekkju, sum verður spæld á við fótunum. Tangetrekkjan til føturnar kallast pedal.
Flestu orglini standa í kirkjum. Floyturnar í orglinum, sum geva ljóð frá sær, kallast pípur. Fyri ikki at blanda við onnur sløg av orglum sum elektrisk ella elektronisk orgul, kallast orglið tí ofta pípuorgul ella kirkjuorgul.