Skip to main content Skip to footer

UVT Courses

Trummur

Frálæra 
Frálæran í trummum er skipað sum einstaklingafrálæra, har næmingurin fær frálæru frá lærara í 30 minuttir um vikuna. Endamálið við frálæruni er at geva næmingunum forleika til sjálvstøðugt at framføra tónleik og geva teimum innlit í fjøltáttaðu møguleikarnar, ið trummusettið hevur bæði innan rútmiskan og annan tónleik.  Vit arbeiða við grundleggjandi førleikum, samskipan av kropsførleikum, improvisatión, nótalestri umframt at vit arbeiða við rútmum úr fleiri ymiskum tónleikastílum

Frálæran fevnir eisini um onnur trummu- og slagverksljóðføri so sum: 
  • Djembe
  • bongos
  • congas 
Fyri at fáa sum mest burturúr verður mælt til at venja javnan heima, helst dagliga.

Nótar 
Næmingurin fær nótar útvegaðar frá læraranum / skúlanum.

Konsertir og samanspæl
Partur av frálæruni og menningini av næminginum er at framføra solo ella í samanspælsbólkum. Roknast kann við nakað av konsertvirksemi um árið, men tað velst um næmingin og menningarstøðið. Vit hava javnan næmingakvøld og konsertir, har næmingarnir framføra fyri hvørjum øðrum og fyri øðrum áhugaðum. 

Støðumet
Einaferð um árið skulu allir næmingar á skúlanum til eina lítla roynd, har næmingurin spælir fyri læraranum og einum øðrum lærara og fær síðani eitt støðumet. Støðumetið er vanliga um várið. 

Heim og Skúli
Støðugt samskifti millum heim og skúla leggur góðar lunnar undir góða menning hjá næminginum. Umframt gerandisliga samskiftið millum lærara og foreldur eru eisini viðtalur; ein felags viðtala fyri øll foreldur við ársbyrjan og ein einstaklinga foreldraviðtala í.s.v. støðumetið um várið. 

Aldur
Vanligur byrjunaraldur er um 10 ár, men til ber at byrja longu í 9 ára aldri.

Lán av ljóðføri
Til ber ikki at læna trummur frá skúlanum. Tískil er neyðugt, at næmingurin hevur eigur ella hevur atgongd til trummur at venja á.

Prísur og reglugerð
Leinkja til kunning um kostnað og reglugerð (uppmøting, avboð, sjúka, farloyvi etc.)