UVT Courses
Slagverk
Frálæra
Frálæran í slagverk er fyrst og fremst skipað sum einstaklingafrálæra, har næmingurin fær frálæru frá lærara í 30 minuttir um vikuna. Frálæran tekur støði í eini námsæltan, sum hevur innbygd menningarstig.
Nótar
Næmingurin fær nótar útvegaðar frá læraranum / skúlanum.
Samanspæl
Fyri slagverksleikaran er orkesturspæl sera týdningarmikið. So skjótt sum til ber, verður næmingurin settur í samanspæl og tað er 60 min. um vikuna.
Konsertir o.a. virksemi
Partur av frálæruni og menningini av næminginum er at framføra í orkestrum og samanspælsbólkum. Roknast kann við nakað av konsertvirksemi um árið, men tað velst um næmingin og menningarstøðið.
Støðumet
Einaferð um árið skulu allir næmingar á skúlanum til eina lítla roynd, har næmingurin spælir fyri læraranum og einum øðrum lærara og fær síðani eitt støðumet. Støðumetið er vanliga um várið.
Heim og Skúli
Støðugt samskifti millum heim og skúla leggur góðar lunnar undir góða menning hjá næminginum. Umframt gerandisliga samskiftið millum lærara og foreldur eru eisini viðtalur; ein felags viðtala fyri øll foreldur við ársbyrjan og ein einstaklinga foreldraviðtala í.s.v. støðumetið um várið.
Aldur
Til ber at byrja at spæla slagverk um 9 ára aldur.

Prísur og reglugerð
Um ljóðførið
Slagverk hevur fimm høvuðs ljóðførisbólkar: Lítlatrumma, paukur, tónaljóðføri, multipercussion og trummusett.
Sum oftast verður slagverk brúkt í orkestursamanhangi, so sum í symfoniorkestri, harmoniorkestri, hornorkestri o.ø., men kann vera ein partur av nærum øllum tónleikasamanhangum.
Kendastu ljóðførini í tónaljóðførisfamiljuni eru: marimba, vibrafon, xylofon, klokkuspæl og rørklokkur.
Hesi vera brúkt til alt frá rokk, jazz til klassiskan tónleik. Multipercussion er samanseting av ymsum ljóðførum. Samansetingin hevur ongar avmarkingar og varierar alt eftir, hvat stykki man spælir.