UVT Courses
Klaver
Frálæra
Frálæran í klaveri er einstaklingafrálæra, har næmingurin fær frálæru frá lærara í 30 minuttir um vikuna. Frálæran tekur støði í klaverinum sum solo-ljóðføri og er eftir eini námsæltan, sum hevur innbygd menningarstig og tekur næmingin frá byrjanarstøði og fram í tann mun næmingurin brúkar tíð til venjing og hevur hegni til at læra at spæla. Eftir vegleiðing frá læraranum keypur næmingurin nótar til frálærunu. Tað er týdningarmikið at næmingurin dámar og dugir at arbeiða sjálvstøðugt.
Konsertir o.a. virksemi
Partur av frálæruni og menningini av næminginum er at spæla næmingakonsertir - í byrjanini smá tónleikstykkir og lættar sangir, seinni størri verk.
Støðumet
Einaferð um árið skulu allir næmingar á skúlanum til eina lítla roynd, har næmingurin spælir fyri læraranum og einum øðrum lærara og fær síðani eitt støðumet. Støðumetið er vanliga um várið.
Heim og Skúli
Støðugt samskifti millum heim og skúla leggur góðar lunnar undir góða menning hjá næminginum. Umframt gerandisliga samskiftið millum lærara og foreldur eru eisini viðtalur; ein felags viðtala fyri øll foreldur við ársbyrjan og ein einstaklinga foreldraviðtala í.s.v. støðumetið um várið.
Aldur
Til ber at byrja at spæla klaver frá um 8 ára aldur.
Lán av ljóðføri / útgerð
Næmingurin skal sjálvur útvega sær ljóðføri at spæla á heima.
Prísur og reglugerð
Um ljóðførið
Klaver er streingjaljóðføri. Klaver er eitt slag av hørpu, har spælt verður á streingirnar, við serligari hamartøkni, sum í høvuðsheitum varð uppfunnin í Italia fyri umleið 300 árum síðan.
Klaver er eitt ljóðføri við næstan óavmarkaðum møguleikum – tú kanst spæla næstan øll sløg av tónleiki frá klassiskum til jazz og frá country til rock. Somuleiðis eru endaleysir møguleikar fyri samanspæli í stórum og smáum orkestrum.
Klaverið hevur havt sera stóran tónlistarligan leiklut í meira enn tvær øldir. Flestøll klassisku tónaskald hava verið klaverleikarar, ella hava nýtt klaverið sum týdningarmikið amboð í sínum skapandi virki. Innan jazz og annan nýggjari tónleik, hevur klaverið eisini havt sama týðandi leiklutin.
Um tú dugir at spæla á klaver, er ikki so torført eisini at læra onnur tangentljóðføri sum til dømis orgul, keyboard og cembalo.