Skip to main content Skip to footer

Kalender

15-03-2025 kl. 15:00

Framløga av klaverbók eftir Paula í Sandagerði, Edition H. Eide

  • 0.36 Hátún (Tórshavnar Musikkskúli - frálæruhøli)
Nótabókaframløga við næmingakonsert
 
Leygardagin 15. mars kl. 15 verður bókaframløga og næmingakonsert í Hátuni á Tórshavnar Musikkskúla, har ein nýggj nótabók - Klaverbók til stór og smá eftir Paula í Sandagerði - verður løgd fram, og klavernæmingar á Musikkskúlanum spæla ymisk av stykkjunum í bókini.
 
Í "Klaverbók til stór og smá" eru 36 klaverútsetingar av kendum føroyskum sangum, vísu- og kvæðaløgum umframt ymsum av Paulasa egnu sangum og klaververkum. Bárður Jákupsson hevur myndprýtt bókina.


Løgini í bókini eru eftir ein hóp av føroyskum tóna- og lagasmiðjum: Regin Dahl, Hans J. Højgaard, Jóhannus á Rógvu Joensen, Jógvan Waagstein, Hanus G. Johansen, Knút Olsen, Jógvan á Lakjuni, Sámal Petersen, Kára Bæk, Steintór Rasmussen, Anniku Hoydal, Eivør og Eyðun Nolsøe. Føroysku fólkaløgini eru t.d. Regin smiður og Nú liggur ein kavafonn tindi á.
 
Klaverstykkini í bókini eru á ymsum torleikastigum - frá heilt stuttum og løttum útsetingum av barnasangum til longri og meiri krevjandi klaverstykki.
 
Nótabókin er ætlað bæði sum eitt føroyskt ískoyti til undirvísing í klaverspæli og sum smá klaverstykki til ein og hvønn at hugna sær við framíhjá.
 
Pauli í Sandagerði verður til staðar á bókaframløguni, sum er vorðin til í samstarvi við Jóhannes Andreasen, klaverleikara og -lærara.
 
Á bókaframløgini verður høvið at keypa signerað eintøk av bókini.