Skip to main content Skip to footer

Kalender

24-09-2022 kl. 19:30

FSO Heystkonsert

  • Norðurlandahúsið (Konsertstaður)
Á fyrstu konsertini eftir summarfrítíðina fer Føroya Symfoniorkestur at framføra tvey verk. Frumframførsla verður av klaverkonsert, ið Kristian Blak hevur skrivað. Mattias Dimitris Kapnas er solistur. Eisini framførir orkestrið Brahms 4. symfoni.
Í samband við hesa konsertina vitjar finski dirigenturin Petri Sakari, sum eisini fer at stjórna orkestrinum.

Klaverkonsert – Kristian Blak (1947)
Trummur við skinni úr Stóru Dímum og gróti úr Porkeri, Froðba og Hvalba eru nøkur av heimagjørdu ljóðførunum, sum eru framleidd til frumframførsluna av klaverkonsertini. Verkið er í trimum satsum, sum eita ”Helluljóð”, ”Skinn” og ”Sjógvur og Klettur”.
Kristian Blak samantvinnar ofta aðrar listagreinir, sum til dømis yrkingar og sjónleik í síni verk. Arbeiðið hjá honum er inspirerað av føroysku náttúruni, og fuglar, sjógvur hoyrist ofta aftur í hansara kompositiónum, og eisini í nýggju klaverkonsertini.

Solistur - Mattias Dimitris Kapnas (1991)
Mattias tók sína masterútbúgving á lærda tónlistaháskúlanum í Keypmannahavn, har hann m.a. granskaði føroyskan klavertónleik.
Mattias er sera alkønur tónleikari. Tosa vit um nútíðartónleik á tí sonevnda “klassiska” økinum, so hevur hann longu sum fáur víst gávur at tulka og geva hesum nýggja tónleiki lív.
Í 2015 framførdi Mattias á fyrsta sinni við Føroya Symfoniorkestri.
Han hevur røtur í Finnlandi, Grikkalandi og Belgja, men hann býr í Sandavági, og allur heimurin er hansara pallur.

4 Symfoni – Johannes Brahms (1833-1897)
Symfoniin er tann seinasta, Brahms skrivaði. Gjøgnum 30 ár bardist Brahms sum ein óður við sínar symfoniir, hetta tí hann vildi hava teir at liva upp til tær nýggju symfoniirnar, sum Beethoven hevði skrivað eini 60-70 ár áðrenn.
Brahms var kendur fyri at vera sera sjálvkritiskur, og ein rúgva av hansara verkum endaðu á eldstaðnum.
Sum tann einasta av hansara fýra symfonium gongur henda symfoniin í mol, og tungi tónleikurin ber fram minnir um verkið ”Ein Deutsches Reqiem”, sum Brahms skrivaði fleiri ár frammanundan.

Dirigentur - Petri Sakari (1958)
Petri Sakari, ið upprunaliga er violinleikari, tók í1981 prógv frá Sibelius Academinum í bæði violinspæli og orkesturleiðslu. Hann er víða kendur fyri sínar greiðu tulkingar, dýbd og skilvit.
Stutt eftir lokna útbúgving slapp han at royna seg hjá Finska Radio Symfoniorkestrinum, Lahti Symfoniorkestra og Turku Filamonikarunum.
Í 10 ár var Petri Sakari høvusdirigentur hjá Íslendska Symfoniorkestrinum.
Sum gestadirigentur hevur hann stjórnað stórum og kendum orkestrum í Hollandi, Týsklandi, Ungarn, Rumenien, Mexico, Svøríki, og nú vitjar hann eisini í Føroyum.

Steðgur er í konsertini 
Dirigentur: Petri Sakari (FI)
Solistur: Mattias Dimitris Kapnas (FO)
Kostnaður: Vaksin 345 kr., lesandi 195 kr.
Keyp atgongumerki