Skip to main content Skip to footer

Kalender

19-02-2022 kl. 16:00

Føroya Symfoniorkestur & Beethoven

  • 0.36 Hátún (Tórshavnar Musikkskúli - frálæruhøli)
Gestadirigentur
Orkestrið fær eisini vitjan av dirigentinum Catherine Larsen-Maguire. Catherine er ættað úr Onglandi og er búsitandi í Berlin.  Hon er upprunaliga fagottspælari, men hevur seinastu mongu árini ferðast runt heimin og arbeitt sum dirigentur hjá orkestrum sum London Philharmonic Orchestra, BBC National Orchestra of Wales og Deutsches Kammerorchester Berlin.

Føroyskur solistur
Jóhannes Andreasen, ið uttan iva er mest royndi klaverspælarin vit eiga, framførir klaverkonsert nr. 4.
Jóhannes hevur tikið útbúgving í klaverspæli og tónleikanámsfrøði á Universität für Musik und darstellende Kunst í Wien í Eysturríki. Eftir tað las hann kamartónleik á International Menuhin Music Academy og var seinni næmingur í meistaraflokkinum hjá víðagitna læraranum Peter Feuchtwanger í London.
Frá ungum árum hevur Jóhannes verið íðin kamartónleikari. Hann var ein teirra, ið stovnaðu Aldubáruna í 1995.
Sum einleikari hevur hann spælt konsertir í London, Helsinki, Reykjavík og Wien. Jóhannes hevur lagt stóran dent á wienarklassiska tíðarskeiðið og á nýskrivaðan tónleik.
 
Dirigentur: Catherine Larsen-Maguire (UK)
Tíð: Leygardagin 19. februar kl. 16.00
Stað: Hátún
Kostnaður: Vaksin 300 kr., lesandi 200 kr.
Keyp atgongumerki