25-01-2020 kl. 15:00
Verkstova vid ELT
- 0.36 Hátún (Tórshavnar Musikkskúli - frálæruhøli)
Bólkurin ELT er mannaður av Kit Downes (klaver, orgul), Tom Challenger (saksofon), og Ingebjørg Loe Bjørnstad (sang), og bólkurin vitjar Føroyar í samband við Vetrarjazz 2020.
Tey spæla frítt improviseraðan tónleik, sum er grundaður á siðbundnar gamlar norskar sálmar frá framúrskarandi Ingebjørg, og undirbygt við meiri avant-garde tilfarið frá Kit og Tom, í hava spælt saman sum duet í nógv ár hjá, eitt nú, ECM Records.
Á verkstovuni sleppa tit at spæla við hesum serliga bólki, og saman ríva vit okkum leys frá blaðnum. Vit granskað hvussu heilt einkult ljóð kunnu setast saman til stóran tónleik, og hvussu vit kunnu hava livandi gandakendar samrøður við hvønn annan á pallinum, og hvussu vit fáa sjálvsálit til hetta. Hesi evni eru týdningarmikil at menna hjá øllum tónleikarum, og eru ein fortreyt fyri at blása lív í alt sum ein framførur.
Hetta er ein sjáldsamur møguleiki at arbeiða heilt tætt saman við fólki í standa allarfremst í bretska og norðurlendska tónleika heiminum.