08-02-2020 kl. 21:00
Føroya Symfoniorkestur og Týr
- Norðurlandahúsið (Konsertstaður)
Norðurlandahúsið, Kringvarp Føroya og Føroya Symfoniorkestur eru fegin um at at kunna bjóða eina framúr góða konsert við bólkinum TÝR.
Týr eru kendir fyri eitt serligt tónleikaligt bland av norðurlendskum fólkatónleiki og heavy metal. Teir hava umleið 75 - 100 konsertir árliga ymsastaðni í heiminum. Nú koma teir aftur til Føroya og spæla 2 konsertir og fer orkestrið at spæla saman við Føroya Symfoniorkestri í stóru høllini í Norðurlandahúsinum.

Tað er fyrstu ferð í søguni hjá Føroya Symfoniorkestri, at orkestrið roynir seg saman við heavy metal. Haraldur Sveinbjörnsson hevur sett út 15 løg fyri orkestur og kór. Bernharður Wilkinson fer at stjórna orkestrinum.