12-05-2024 kl. 16:00
Víkingur spælir Goldberg
- 0.36 Hátún (Tórshavnar Musikkskúli - frálæruhøli)
Íslendski klaverleikarin Víkingur Ólafsson er ein tann best umtókti og mest umtalaði klassiski tónleikarin í heiminum. Fyri kortum spældi hann ikki færri enn fimm konsertir í Sydney Opera House, og á stroymingartænastum hevur hann eftirhondini fleiri enn 600 milliónir av spælingum.
Í 2016 ritaði Víkingur undir sáttmála við virda útgávufelagið Deutsche Grammophon, og fyri umleið hálvum ári síðan kom ein útgáva, sum nógv fólk hava bíðað leingi eftir í spenningi: Goldbergvariatiónirnar eftir J. S. Bach.
Seinastu mánaðirnar hevur Víkingur ferðast kring heimin við hesum megnar verki á skránni. Kræsnu áhoyrarafjøldirnar í New York, Tokyo, London, Berlin og Wien eru bergtiknar, og ummælarar hava verið noyddir at leita fram orð sum simply miraculous og magic.
Tað er tí stórhending, at Víkingur Ólafsson kemur til Føroya at leika tær episku Goldbergvariatiónirnar eftir Bach.
Gev gætur: Umráðandi er at møta stundisliga. Konsertin verður spæld uttan steðg, og tíverri ber ikki til at loyva fólki inn, eftir at konsertin er byrjað.
Keyp atgongumerki