Skip to main content Skip to footer

Álmanakki

FLOYMANDI NÆRVERA FSO & MARIUS ZISKA

  • Norðurlandahúsið (Konsertstaður)
Føroya Symfoniorkestur framførir saman við bólkinum Marius Ziska framførir serligu verkætlanina “Floymandi nærvera”.
Í 2023 eru 40 ár síðan Norðurlandahúsið lat dyrnar upp fyrstu ferð, og sama ár bleiv Føroya Symfoniorkestur sett á stovn. “Floymandi nærvera” er partur av 40-ára føðingardagsfagnaðinum hjá symfoniorkestrinum og Norðurlandahúsinum.

Komandi ár eru 40 ár síðan Føroya Symfoniorekstur varð stovnað. Sama ár stóð eisini okkara snøgga Norðurlandahús klárt at rúma alskins tiltøkum. Í 2023 fer konsertskráin hjá Føroya Symfoniorkestri at bera brá at fagnaði. Byrja verður í januar við nýggjárskonsertini og longu í februar fer ein heilt serlig verkætlan av bakkastokki.
Seinastu tvey árini hava Føroya Symfoniorkestur og Marius Ziska arbeitt við verkætlanini “Floymandi nærvera”. Eitt tætt samstarv er millum partanar frá hugskoti til konsertframførslu.

Marius Ziska
Hans Marius Ziska verður av mongum hildin at vera ein av føroya bestu sangarum og sangskrivarum.
Sum frontmaður í bólkinum Marius Ziska hevur hann givið fimm útgávur út. Eftir góðu móttøkuna, sum útgávan Home/Heim hjá Marius Ziska fekk – har helvtin av sangunum vóru á føroyskum – tók bólkurin eina avgerð um, at teirra næsta útgáva, Portur, skuldi øll vera á føroyskum. Heildarútgávan, sum bólkurin er í holt við at leggja seinastu hond á í hesum døgum, og sum eftir ætlan skal koma út í heyst, verður somuleiðis øll á føroyskum. Marius Ziska er ein ambitiøsur bólkur, bæði hvat tónleiki og tekstum viðvíkja. Bólkurin megnar støðugt at skapa eina sera modernaða og tó eksperimenterandi ljóðmynd.
Tónleikararnir í bólkinum megna sera væl at ferðast millum ymiskar tónleikasjangrur, og hoyrir tú tí íslett av øllum frá fólkatónleiki til rokk, jazz og blues, tá ið tú ert til eina konsert hjá Marius Ziska.
Manningin, ið myndir bólkin Marius Ziska, er Hans Marius Ziska, Allan Tausen, Heðin Ziska Davidsen, Mikael Blak, Magnus Johannesen og Jan Rúni Poulsen. Teksthøvundur er Hans Jacob Kollslíð
Atli K. Petersen, Magnus Johannesen og Tróndur Bogason útseta tónleikin hjá Marius Ziska fyri symfoniorkestur. Talan er um tríggjar arrangørar við hollum royndum, og sum teljast millum teir bestu vit eiga.
Atli K. Petersen hevur í mong ár skrivað og útsett fyri Føroya Symfoniorkestur. Tróndur Bogason er tónaskald og arbeiðir m.a. saman við Aldubáruni og Eivør. Magnus Johannesen hevur skrivað nógv fyri bigband, og hevur júst skrivað tónleikin, ið varð framførdur til barnakonsertirnar hjá symfoniorkestrinum fyrr í ár.
Bernharður Wilkinson stjórnar orkestrunum.

Datoer:

  • 10-02-2023 kl. 19:30
  • 11-02-2023 kl. 19:30
Keyp atgongumerki