Skip to main content Skip to footer

Álmanakki

Nýggjárskonsertin við Føroya Symfoniorkestri 2023

  • Norðurlandahúsið (Konsertstaður)
Føroya Symfoniorkestur, Norðurlandahúsið og Kringvarp Føroya kunnu nú aftur bjóða tykkum til eitt brak av tveimum nýggjárskonsertum í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið 6. januar og leygarkvøldið 7. januar.

Stórt kór og tríggir solistar mynda konsertina
Úr stórlignu operaini “Carmen” hjá Georges Bizet syngur Herfinnur Árnafjall “Toreador song”. Bæði sangur og undirhald er í hásæti. Baritonsangarin Herfinnur Árnafjall, ið býr í Tirol í Eysturríki sang sum barn í sunnudagsskúlanum hjá Filadelfia.

Evnaríki klaverleikarin Aksel Remmel, ið lesur á “ Det Kongelige Danske Musikkonservatorium, vann í 2021 talent-kappingina Stella Polaris kappingina, ið Tórshavnar Musikkskúli skipar fyri. Ein partur av vinningunum í elsta bólkinum er at framføra á nýggjárskonsertini saman við Føroya Symfoniorkestri. Aksel Remmel fer at spæla 1. sats av klaverkonsert nr. 2 hjá russiska komponistinum Sergej V. Rachmaninov.

Hanne Marit Mordal Iversen tók bachelorprógv í klassiskum sangi við Norges Musikkhøgskole á vári 2022. Hon er nú í ferð við at taka masterútbugving hjá Ann-Helen Moen sum er hennara høvuðslærari í sangi. Hon syngur í Norska Solistkórinum og hevur luttikið í fleiri konsertrøðum í Noregi og Norðureuropa. Hanne Mette fer at syngja ariuna ”O zittre nicht” úr Gandafloytuni.

Sum vanligt er, fáa gestirnir kransakøka og eitt glas í steðginum. "The same procedure as every year, James."

Bernharður Wilkinson stjórnar symfoniorkestrinum og Tóra Vestergaard venur symfoniorkestur kórið.

Konsertirnar verða spældar 6. og 7. januar. Seinna konsertin verður send í kringvarp Føroya.

Datoer:

  • 06-01-2023 kl. 19:00
  • 07-01-2023 kl. 19:00