Waldhorn (F-horn)

waldhornWaldhorn (F-horn) hoyrir til messingfamiljuna ið eisini telur ljóðføri sum trompet, trombon og tuba. Waldhornið er eitt av teimum serstøku ljóðførunum í familjuni, við tað at tað er runt sum eitt posthorn.

Waldhornið er eitt av teimum gomlu ljóðførunum í familjuni, og ljóðførum sum heild. Tað varð oftast brúkt í samband við jakt og kríggj.

Tað modernaða hornið byrjaði sína tíð í Frankaríki sum eitt “natúr” horn og var bert eitt langt rør (sum post horn) ið skifti dur við at skifta boylar út.

Í umleið 1827 fekk Waldhorni roterventilar, ið gjørdi at tað kundi spæla allar tónar, sum hini ljóðførini.

Ljóði úr Waldhorninum kemur, tá man “prutlar” í munnstykkið, ið síðan sendir vibratiónir í hornið og út gjøgnum klangstykkið. Hettar skapar eitt bleytt og flott ljóð.

Til ber at spæla Waldhorn tá man er um 8-9 ár. Undirvísingin er einkultundirvísing í 30 min. um vikuna og orkesturspæl í 60 min. min um vikuna.

Messinglærarar undirvísa øll ljóðføri í familjuni, og eru teir hesir.

Ken Jones, Atli K. Petersen, Jens Knudsen, Ólavur Olsen og Johan Hentze