Violin

violin-1Fyrsta prógv um, at violinin var brúkt til at spæla uppá var í 1530 unum í málningum eftir italiumanninum Gaudenzio Ferrari. Violinin varð ment burturúr ørðum streingjaljóðførum í 15. og 16. øld. Í 17 øld bleiv tað endaliga sniðið ment til meistaraviolinir, og vóru tað violinbyggjarar sum Amati, Guarnerius og Stradivarius, sum gingu undan.

Í fyrru helvt av 19. øld vóru næstan allar eldri violinir umbygdar til at klára hægri kamartóna, og tey alsamt størri krøvini til at spæla í størri konserthølum.

Violin er partur av strúkarafamiljuni saman við Viola/Bratsj, Sello og Kontrabass. Violinin er býtt uppí 1. og 2. Violin í symfoniorkestri og er eisini brúkt nógv sum sololjóðføri. Strúkaraljóðførið merkir, at ljóðførið verður strokið við einum boga. Violinin sjálv hevur 4 streingir.

Byrjanaraldur at spæla á violin er um 5-6 ára aldur. Undirvísingin er einkultundirvísing á 30 min og samanspæl/orkesturspæl frá 30-60 min um vikuna.