violaVIOLA / BRATSJ

Viola og Violin hava sama uppruna, og hoyra til strúkarafamiljuni.

Viola, eisini kalla Bratsj, sum vit kenna hana í dag, er ættað úr midaldar strúkaraljódførid eins og Violin og Sello.

Viola minnir nógv um violinina, men hevur tó lægri, og størri klang.

Støddin av Viola ljódførinum er umleid 4 – 6 cm longri enn violinin, og hon er eisini bædi djypri og breidari enn violinin.

Streingirnir á viola’ini, eru 5 tónar lægri enn á violinuni, og 8 tónar hægri enn á Sello. Streingirnir Viola brúkar er: A, D, G og C ( sum er tann lægsti). So tad merkir at ljódførid tekur sær oftast av midpartinum av ljódmyndini.

Sjálvt um menningin av viola ljódførinum hevur verid eitt sindur aftanfyri hini ljódførini í strúkara familjuni, so hevur hon nú ein týdandi leiklut í tí klassisku tónleika heiminum.

Eitt nú hevur hon eitt fast pláss í symfoni orkestrinum, og mongum ødrum smærri samansetingum, t.d. finnur tú altíd eina viola í einari strúki kvartett.

Sjálvt um vit kunnu siga at viola’in fekk eina trupla byrjan, so er hon í dag vorðin eitt viðurkjent ljódføri í tí klassiska tónleika heiminum.

Til ber at byrja at spæla viola í uml. 7 ára aldri.