Tuba

tubaTuban hoyrir til messingfamiljuna, ið eisini telur ljóðføri sum, trompet, waldhorn og trombon. Tuban er tað størsta ljóðføri í hesi familju. Hon er gjørd av messing, og er ofta lakkerað við silvuri, ella gull.

Eyðkenni fyri tubuna, umframt at verða stórst, er at hon er spælir teir djúpu tónarnar.

Tuban er ikki so gomul sum summi av hinum ljóðførunum í familjuni. Hon byrjaði sínar dagar í 1835, tá Johann Gottfried Moritz tók patent uppá tubuna eftir at Ophicleid´in, ið var forfedrin hjá tubuni, varð skýrd ov torfør at spæla uppá.

Tann nýggja tuban nú við ventilum, var nógv lættari at spæla uppá og er ikki stórvegis broytt til dagin í dag.

Ljóði úr tubuni kemur, tá man “prutlar” í munnstykkið, ið síðan sendir vibratiónir í tubuna og út gjøgnum klangstykkið. Hettar skapar eitt bleytt og flott ljóð.

Til ber at spæla tuba tá man er um 12-14 ár. Undirvísingin er einkultundirvísing í 30 min. um vikuna og orkesturspæl í 60 min. min um vikuna.