trummur-1Trummur

Rútmiskt Trummuspæl

Trumman er nokk elsta ljóðføri fólk vita um. Rørsla og sangur er ein náttúrligur partur av trummuspæli, og trummusettið er somuleiðis ein náttúrligur partur av so at siga øllum heimstónleiki.

Arbeitt verður við grundleggjandi førleikum, samskipan, nótalestri, teori og hoyrilæru. Stutt kann sigast, endamálið er, at næmingurin fær eina grundleggjandi vitan innan mongu tónleikasløgini.  Rútma, rørsla og nótafatan eru umráðandi partar av undirvísingini. Samanspæl er partur av undirvísingini, har næmingar hava høvi at hitta og hoyra hvønn annan, og sjálvandi eisini spæla saman.

Til ber at byrja at spæla trummur, tá næmingurin er 8 ár.