TROMPET/KORNETT

kornett-trumputTrompetin og kornettin eru gomul ljóðføri. Munurin millum trompetina og kornettina er sera lítil. Høvuðsmunurin er, at trompetin er celyndrisk og ein kornett er konisk / viggskorin.

Upprunaliga vóru trompetin og kornettin bert eitt langt rør við einari klokku á endanum. Hon hevði ongar ventilar og tískil var bert møguligt at spæla ávísar tónar.

Trompetin og kornettin í dag hevur ventilar, sum gera tað gjørligt at spæla fleiri tónar.

Trompetin er partur av messingblásarafamiljuni, sum eisini telur ljóðføri sum tuba, trombone, althorn, euphonium og onnur.

Ljóð fæst við at prutla ella surra við varrunum í eitt munnstykki, ið situr fremt í ljóðførinum.

Til ber at byrja at spæla trompet og kornett tá man er áleið 7 – 9 ár.

Undirvísingin er einkultundirvísing 30 min. um vikuna og orkesturspæl ein tíma um vikuna.