Slagverk

SlagverkSlagverk hevur fimm høvuðs ljóðførisbólkar: Lítlatrumma, paukur, tónaljóðføri, multipercussion og trummusett.

Sum oftast verður slagverk brúkt í orkestursamanhangi, so sum í symfoniorkestri, harmoniorkestri, hornorkestri o.ø., men kann vera ein partur av nærum øllum tónleikasamanhangum.

Kendastu ljóðførini í tónaljóðførisfamiljuni eru: marimba, vibrafon, xylofon, klokkuspæl og rørklokkur.

Hesi vera brúkt til alt frá rokk, jazz til klassiskan tónleik. Multipercussion er samanseting av ymsum ljóðførum. Samansetingin hevur ongar avmarkingar og varierar alt eftir, hvat stykki man spælir.

Til ber at byrja at spæla slagverk tá man er um 8 ár. Undirvísingin er einkultundirvísing 30 min. um vikuna og orkesturspæl 60 min um vikuna.