Sello

celloSelloin er strokljóðføri og hoyrir til strúkarafamiljuna, har violin, bratsj og kontrabass eisini eru at finna.

Hon er gjørd úr træi og verður ofta samanborin við eina violin, tó er hon størri og hevur lægri ljóð.

Selloin er stemmað í kvintum og streingirnir eita A, D, G og C.

Ein, ið spælir sello, verður nevndur sellistur og kann spæla í orkestri, kvartettum, sum soloistur o.a.

Upprunaliga kemur selloin frá ljóðførum, ið vóru nýtt í 16. øld, sum t.d. viola da gamba og viola da braccio.

Til ber at byrja at spæla sello tá man er 6-7 ár. Undirvísingar er 30 min um vikuna, harafturat kemur orkesturspæl/samanspæl uml. 60 min um vikuna.