Sangur

SangurTil ber at tekna seg til sang í Tórshavnar Musikkskúla, bæði einsang og kórsang.

Tilboðini eru fleiri:

Rútmiskur sangur.

Rútmiskur einsangur er á musikkskúlanum ein hálvan tíma um vikuna og undirvísingin verður løgd til rættis saman við læraranum.

Frálæra í rútmiskum einsangi verður givin til byrjanar eins og víðarikomnar sangarar.

Stutt kann sigast at venjingin verður laga eftir røddini hjá tí einstaka næminginum soleiðis, at sangarin fær nøktandi amboð, fyri soleiðis, á ein sunnan hátt, at fáa tað besta burtur úr røddini.

Sum næmingur fær tú eisini frálæru í at handfara eina sangmikrofon. At duga nótar er ikki ein treyt, men er tó ein fyrimunur og ger tað lættari at venja heima.

Byrjanaraldur er 12 ár.

Sangkór 1. og 2. Flokkur
Sangkór 3. til 6. Flokkur

Undirvísingin er á Frúutrøð, 60 min ein ferð um vikuna, og tað eru Kári Bæk og Joanna Johansen sum undirvísa.

Úrvalskórið Cantus

Hettar er úrvalskór og verða næmingar at fara til eina roynd fyri at koma inn í kórið. Undirvísingin er 90 min um vikuna, Kári Bæk og Joanna Johansen undirvísa

Dropar

Kórið er fyri børn 9 – 12 ára aldur. Undirvíst verður í rytmiskum kórsangi, Sigrid Sivertsen undirvísir. Undirvísingin er 60 min um vikuna og fer fram í Skansastovu.

Ung stjørnuskot

Kórið er fyri børn 13 ár og eldri. Undirvíst verður í rútmiskum kórsangi og Sigrid Sivertsen undirvísir. Undirvísingin er 60 min um vikuna og fer fram í Skansastovu.