Saksofon

saksofonSaksofonin er eitt sokallað transponerað ljóðføri í træblásturs familiuni. Fyrsta saksofonin bleiv gjørd i 1840’unum av tí belgiska ljóðførissmiðinum Adolphe Sax.

Grunden til at saksofonin er bólkað sum eitt træblásturs ljóðføri, er at saksofonblaðið vanliga er gjørt úr træi, og uttan hetta saksofonblað, ber ikki til at fáa ljóð ella tóna úr ljóðførinum.

Tær vanligastu sløgini eru sopran-, alt-, tenor- og barytonsaksofonir. Sopransaksofonir og tenorsaksofonir eru stemmaðar i Bb, meðan altsaksofonir og barytonsaksofonir eru stemmaðar í Eb.

Sopransaksofonin líkist eini klarinet við sínum avlanga og beina skapi, ímeðan hinar saksofonirnar eru boygdar í einum S-formi. Saksofonin er ”konisk” gjørd í mun til floytir og klarinettir sum eru ”cylindriskt” gjørdar.

Saksofonin verður brúkt í flest øllum sløgum av tónleiki, men er tó mest kend innan jazz, har saksofonin oftast verður nýtt sum solo og improvisatións ljóðføri. Saksofonin verður eisini brúkt í klassiskum tónleiki, og verður har mett sum eitt tíðningarmikið ljóðføri í teimum nýggjaru klassisku verkunum Til síðst og ikki minst er saksofonin kend í teimum nógvu saksofonkvartettunum, ið finnast runt heimin.

Til ber at byrja at spæla á saksofon tá man er 9-10 ár. Einkult undirvísing er 30 minuttir um vikuna og orkesturspæl 60 minuttir um vikuna.