Orgul

orgulOrglið er størsta ljóðføri, sum til er. Bæði í vavi, ljóðstyrki, klangi og ymiskleika. Orgul er eitt blásiinstrument við tangentum, sum líkjast klavertangentum. Tangentrekkjan er tó stytri og ofta eru fleiri tangentrekkjur. Ofta hava orgul eisini eina tangentrekkju, sum man spælir á við fótunum.

Flestu orglini standa í kirkjum og floyturnar í orglinum, sum geva ljóð frá sær, kallast pípur. Fyri ikki at blanda við onnur sløg av orglum sum elektrisk ella elektronisk orgul, kallast orglið tí ofta pípuurga ella kirkjuorgul.

Børn í 10 ára aldri kunnu byrja at læra at spæla orgul. Tú skalt eiga eitt klaver, keyboard ella el-orgul, so tú kanst venja heima við hús.

Byrja verður við at læra at spæla eftir nótum. Fyrst sangir og smá tónleikaverk, seinni sálmar og størri verk.

Um onkur hevur spælt klaver í nøkur ár, kann tað vera rættuliga lætt og hugaligt eisini at byrja at spæla orgul. Tangentarnir og nótarnir er teir somu sum á klaver. Bert mátin at trýsta á tangentarnar er eitt sindur annarleiðis. Gongur tað væl, kanst tú skjótt byrja at spæla onkran sálm til guðtænastur í smærri kirkjum.

Tørvur er á orgulleikarum kring landið, so brúk er fyri tær, um tú dugir at spæla orgul.