OBO

oboOboin er serliga kend fyri at spæla vælklingandi og sangbær løg. Men eisini øðrvísi skemtilig ljóð.
Tú hoyrir oboina í symfoniorkestrinum og í harmoniorkestur-, undirhalds- og filmstónleiki.

Oboin hoyrir til træblásiljóðførini saman við floytu, klarinett og fagott. Ljóðið kemur fram við at blása í tað lítla dupultrør-munnstykkið – tvey bambusbløð bundin saman á eitt rør.

Um tú væl orkar at blása ballónir upp og ert um 10 ár, so er tað kanska nakað fyri teg at fara at spæla obo.

Undirvísingin er 30 min um vikuna umframt 1 tíma orkesturspæl.

Um tú skal hava gleði av at spæla obo, krevst at tú venur regluliga heima.