MUSIKKSKÚLA MIÐNÁM

MUSIKKSKÚLA MIÐNÁMEndamál:

  • at geva framkomnum næmingum eitt skipað undirvísingartilboð á miðnámstigi
  • lutvíst at nøkta tørvin á einari hollari grundútbúgving til áhugaleikarar
  • at fyrireika evnaríkar næmingar til framhaldslestur á lærdum tónlistarskúla

Skúlaárið:

  • byrjar í august 2018 og endar í juni 2019. Musikkskúla miðnám er eitt 3-ára skeið.

Upptøkuroyndir:

  • Upptøkuroyndir í høvuðsljóðføri eru í tíðarskeiðinum 5. mai til 8. mai 2018
  • Undanroyndir í hoyrilæru, teori og klaver sum hjálærugrein, eru leygardagin 5. mai 2018
  • Umsøkjari skal persónliga møta til allar royndir. Møguleiki er at senda inn upptøkur um ein er bústiandi ella staddur uttanlands.
  • Hetta skal avtalast við leiðsluna á Musikkskúla miðnámi í góðari tíð.
  • Freist at søkja er 15. mars 2018
  • Online tilmelding (á forsíðuni) til upptøkuroynd er virkin frá 1. mars 2018
X