KONTRABASSUR

kontrabassTá vit hugsa um kontrabass, so hugsa vit nokk fyrst um symfoniorkestur og klassiskan tónleik. Og kontrabassurin er størsta og djúpasta strúkiljóðføri í strúkiorkestrinum.

Men kontrabassur verður eisini nógv brúktur í fleiri øðrum sjangrum. Í jazzi er hann sentralur, og í fólkatónleiki kann man oftast ikki vera hann fyri uttan. Rock’n roll hevði upprunaliga altíð kontrabass við, og í dag er eisini ógvuliga vanligt at síggja hann í pop og singersongwriter samanhangi.

Kontrabassurin er einasta strúkiljóðføri, ið er stemma í kvartum. Í so máta líkist hann gittarinum og el-bassinum. Næmingar, ið eisini spæla el-bass, síggja skjótt hvussu nógv hetta ljóðføri líkist. Eins og við hinum strúkiljóðførunum, so er bæði møguligt at spæla við fingrunum og við boga á bassin. Bogin er t.d. mest vanligur í klassiskum tónleiki og pizzicato er mest vanligt í jazzi.

Fyri bassleikaran er samanspæl sera týdningarmikið. So skjótt sum til ber, verður næmingurin settur í samanspæl. Hetta kann vera klassisk ella rytmisk samanspæl. Men tá vit arbeiða og studera kontrabass, so arbeiða vit eisini við kontrabassinum sum solo-ljóðføri. Vit gera samanspæl bara millum bassar, og finna tónleik, har bassurin ikki bara spælur undir hjá øðrum, men eisini sjálvur trýnur fram á pallin í solistiskum leikluti.

Til ber at byrja at spæla contrabass um 7 ára aldur.