Klaverspælistova, gentubólkur

Klaverspælistovan fyri gentur byrjar 22 septembur og er kl. 16.00 – 16.50.

Tórshavnar Musikkskúli klaverspælistovu til børn í 2. flokki í Tórshavnar Kommunu.

KlaverspalistovaKlaverstovan er ein spennandi og gevandi leið hjá børnum inn í tónleikin, har dentur verður lagdur á klaverspæl.

Undirvísingin er skipað í tveimum bólkum við 10 næmingum í hvørjum. Klaverspælistovan varar í tíggju vikur. Gentur og dreingir fyri seg.

Undirvísingin fer fram í Musikkskúlanum á Frúutrøð 1..

Kostnaður fyri hvønn næming er 500 kr.