Klaver

klaverKlaver er streingjaljóðføri. Klaver er eitt slag av hørpu, har spælt verður á streingirnar, við serligari hamartøkni, sum í høvuðsheitum varð uppfunnin í Italia fyri umleið 300 árum síðan.
Klaver er eitt ljóðføri við næstan óavmarkaðum møguleikum – tú kanst spæla næstan øll sløg av tónleiki frá klassiskum til jazz og frá country til rock. Somuleiðis eru endaleysir møguleikar fyri samanspæli í stórum og smáum orkestrum.

Klaverið hevur havt sera stóran tónlistarligan leiklut í meira enn tvær øldir. Flestøll klassisku tónaskald hava verið klaverleikarar, ella hava nýtt klaverið sum týdningarmikið amboð í sínum skapandi virki. Innan jazz og annan nýggjari tónleik, hevur klaverið eisini havt sama týðandi leiklutin.

Um tú dugir at spæla á klaver, er ikki so torført eisini at læra onnur tangentljóðføri sum til dømis orgul, keyboard og cembalo.

Til ber at byrja frá 8 ára aldri. Einstaklingaundirvíng er 30 minuttir um vikuna.