KLARINETT

klarinettKlarinettin hoyrir til træblásara familjuna. Orðið stava frá italska orðinum, clarino, sum merkir trompet.

Klarinettin var av fyrstan tíð eitt einfalt ljóðføri, kallað skalmeje, og fanst í nógvum ymiskum sniðum og støddum. Munnstykkið líktiskt tí á klarinettini, men tað vóru bert heilt fáir knappar at trýsta á.

Ein týskur ljóðføris byggjari, Johann Christoph Denner, gjørdi í uml. Ár 1700 ein registarknøtt og eftir hetta sá fyrsta klarinettin dagsins ljós.

Klarinettin er tað blásiljóðføri sum kann spæla flest nótar, høgar sum lágar, og hon er gjørd úr serliga útvaldum træsløgum, tó er byrjanarljóðføri oftast úr øðrum eftirgjørdum evni.

Í munnstykkinum er eitt blað, sum fer at titra, tá blást verður í. Hettar blaðið er rímuliga viðkvæmt, og má tí javnan skiftast út. Bløðini eru oftast gjørd úr bambusrørum, men fáast eisini í plastikki.Blaðið er spent fast í munstykkið við eini klemmu.

Tað finnast fleiri støddir av klarinettum, men tann vanliga at brúk er B-klarinettin.

Klarinettin verðu brúkt í fleiri ymiskum samanspælum, í fólkatónleiki, jazz tónleiki og í klassiskum tónleiki.

Til ber at byrja at spæla klarinett um 9 ára aldur.