Gittar

GittarGittar, er streingjaljóðføri, ið hevur virkað millum manna í fleiri hundra ár.

Í Suðureuropa kom fram eitt ljóðføri í nevndist vihuela og hevði 5 til 6 streingir. Hettar ljóðføri hevur stóran týdning fyri Renaissance tíðina í Europa.

Barokkguitarin tekur form í 1600 talinum, og hevur eisini fleiri tvinnar streingir, soleiðis sum vit kenna tað frá luttini, ið kundi hava heilt upp í 13 streingir.

Í byrjanini í 1700 talinum kemur romantiski gittarin, ið eisini kallast – gittar – og sum líkist gittarinum sum vit kenna í dag.

Í umleið 1850 byggjur Antonio de Torres tann fyrsta konsert-gittarin, sum er tann spanski gittarurin vit kenna í dag.

Í nýggjari tíð hevur hesin guitarin fingið tvey systkin, kann man siga. Guitarin við stálstreingjum og ravmagnsguitarin.

Við tøkniligari menning bleiv tað gjørligt at styrkja hálsin og seta stálstreingir á guitarin.

Hettar fær ikki bara guitarin at ljóða harðari, men eisini ørvísi.

Og meniskjum líkt, so vil man hava meir og fyri at fáa gittarin at ljóða enn harðari, so fór man eisini at brúka ravmagn.

Í uml.1930 varð fyrsta guitarmikrofonin gjørd. Eisini nevnd pick-up.

Við at dempa gittarin akustiskt, bleiv tað gjørligt at forstyrkja gittarin enn meiri elektriskt og aftur nú broyttist ljóðið, og hettar er gittarin vit serliga kenna frá blues og rokk tónleiki.

Á Tórshavnar Musikkskúla hava vit breitt úrvæl av lærarum sum undirvísa á øllum sløgum av gittarum.