FLOYTA

tvorfloytaFloytan er gamalt ljóðføri, og var fyrr gjørd úr beini ella træi. At byrja við vóru nøkur fá hol á floytuni, sum gjørdu at til bar at spæla fleiri tónar. Floytur í dag eru oftast gjørdar úr metal og nógvir klappar og hol eru á floytuni, hettar ger at man kann spæla nógvar ymiskar tónar. Tað er Theobald Bohm sum í 1850 hevur ment floytuna til hana vit kenna í dag. Floytan er partur av træblásarfamiljuni sum eisini telur ljóðføri sum obo, fagott, klarinett og saksofon.

Floytan er sett saman av trimum pørtum, og man blæsir í floytuna á sama hátt sum man blæsir í eina fløsku. Ljóðið kemur fram tá luftirn rakar á hvassa kantin á munnplátuni og floytan fer at titra.

Til ber at byrja at spæla floytu tá man er um 9-10 ár. Undirvísingin er einkultundirvísing 30 min. um vikuna og orkesturspæl 60 min um vikuna.