fagottFagott

Fagottin er tað ljóðføri í træblásarafamiljuni, sum hevur djúpasta ljóðið. Tí hoyrir man fagottina ofta spæla eina bass stemmu, men eisini ber til at spæla vakrar tónar og solostykki á høgum tónum.

Fagottin er mest kend í klassiska tónleikaheiminum, men kann brúkast í øllum tónleikasløgum.

Fagottin kann brúkast til alskyns samanspælshøpi, bæði í minni bólkum og stórum orkestrum.

Fagottin er eitt rímiliga stórt ljóðføri, og tí má man vera uml. 12-13 ár áðrenn til ber at byrja undirvísingina.

Undirvísingartíðin er 30 min um vikuna, umframt er orketurspæl/samanspæl uml. 60 min um vikuna.