EL-BASSUR

el-bassEl-bassurin kom fram í 1951 og varð framleiddur sum ein einfaldari loysn av kontrabassinum.

El-bassurin verður stemmaður í kvartum akkurát sum ein kontrabassur, men verður hildin sum ein guittari.

Tónarnir E A D G eru ein oktav djypri enn teir fýra djypstu guitarstreingirnir.

Undir streingjunum sita Pick upp’ar sum fanga ljóðið og harfrá verður ljóðið sent víðari til ein forsterkara.

Tað eru ymsir mátar at spæla uppá el-bass, tann sum er mest brúktur, er at klikkja á streingirnar við fremstafingri og longutong.

Ein fyrmunur við el-bassinum er, at hann kann spæla hart og tí eisini hoyrast væl – eisini tá trummurnar spæla hart, og hettar er umráðandi í t.d. rokktónleiki.

Bassurin leggur grundina undir rytmiska tónleikin, og er saman við trummunum bindiðlið til restina av orkestrinum.

Til ber at spæla el-bass einsamallur/einsamøll og eisini saman við øðrum í orkestri. Tú kann byrja at spæla el-bass tá tú ert uml. 10 ár