Bariton/Eufonium

baritonBaritone og Eufonium eru bæði gomul ljóðføri, tó ikki so gomul sum trompetin, men hoyra tó heima í messing familiuni. Baritonin verður bert brúkt í Hornorkestri (Brass Band), meðan Euphonium harafturat eisini verður brúkt í Harmoni- og Symphoniorkestri.

Munurin á Baritone og Eufonium er støddin, og talið av ventilum.

Baritone hevur 3 ventilar og Eufonium hevur 4 ventilar.

Baritonin er minni, so hon ljóðar eitt stað millum Trombone og Eufonium. Eufonium er størri, og hevur tí ein breiðari klang. Eisini kann Eufonium við sínum 4 ventilum spæla heilt djúpar tónar.

Til ber at byrja at spæla Bariton/Eufonium tá man er 8- 12 ár, tó velst tað um støddina av næminginum

Frálæran er einkultfrálæra 30. min um vikuna og orkesturspæl ein tíma um vikuna.