Althorn

althornAlthornið er partur av messingblásarafamiljuni og messingljóðførini eru millum allar elstu ljóðføri, ið vit kenna til.

Upprunaliga vóru messingljóðføri bert eitt langt rør við einari klokku á endanum. Ljóðførini høvdu ongar ventilar og tískil var bert møguligt at spæla ávísar tónar. Seinni fingu messingljóðførini ventilar og hetta gjørdi tað møguligt at spæla nógv fleiri tónar.

Tað var Adolf Sax, sami maður, ið fann uppá saksofonirnar, ið bygdi fyrsta althornið uml 1840. Klokkan á horninum peikur upp eftir, eins og á einari tuba, men er tó væl minni.

Hornið er koniskt / viggskori og er stemma í Eb, í mun til eina kornett ella trompet, ið er stemma í Bb.

Ljóð kemur í hornið við at prutla ella surra við varrunum í eitt munnstykki, ið situr fremst í ljóðførinum.

Til ber at byrja at spæla Alt horn tá man er áleið 8-9 ár.

Undirvísingin er einkultundirvísing 30 min um vikuna og orkesturspæl ein tíma um vikuna.