HARMONIKA

akkordeonHarmonika er eitt fjøltáttað og væl dámt ljóðføri, sum verður brúkt kring allan heim at spæla mong sløg av fólkatónleiki.

Harmonika verðu brúkt at spæla tónleikasløg sum: Musette, Tango, Vals, Suðuramerkanskan tónleik, tónleik frá Balkan o.s.fr.

Harmonikan er serliga vælegnað at hava í samanspæli, bæði fleiri harmonikur saman og harmonika saman við øðrum ljóðførum.

AKKORDEON

Akkordeon er at líkna við eina framkomna harmoniku. Á Akkerdeon eru føstu basstónarnir í vinstru síðu á ljóðførinum, sum vit kenna á harmoniku, skiftir út við einkultar tónar. Hettar ger at til ber at spæla klassiskan tónleik á Akkordeon, sum t.d. tónleik eftir Mozart, Bach, Scarlatti og fleiri.
Flestu Akkordeon hava ein umformara í vinstru síða av ljóðførinum, so til ber at spæla standardbass sum vit kenna tað frá Harmonikuni og spæla bass við einkultum tónum sum vit kenna tað frá Akkordeon. Í Tórshavnar Musikkskúla lærir tú bæði hesi.

Ljóføri eru í ymskum støddum so til ber at byrja ungur um 8 ára aldur.