Tíðindi og dagføringar frá Tórshavnar Musikkskúla

Næmingar á Musikkskúla miðnámi luttóka á stóra innsavningartiltakinum hjá Team Rynkeby Føroyar, ið var síðsta leygarkvøld.
Gallaveitsla var á Hotel Føroyum. Tónleikarar, kokkar, tænarar, ljóðfólk, vertur, veitarar og fyriskiparar luttóku uttan kostnað. Úrslitið av innsavningini gjørdist heili 259.715,- kr.
Allur innkomni peningurin fer til at hjálpa føroyskum børnum, sum eru rakt av lívshættisligum sjúkum.
Fyri Musikkskúla miðnám luttóku: Katrina Olsen, Helena Joensen, Oddur Joensen, Harald Fonsdal Johannesen, Ari Johannesen og Djóni Nolsøe Fischer.
Myndir: Tórvør og Einar Vang
... Sí meiraSí minni

2 dagar síðan

Spennandi konsert í Listaskálanum 25. februar kl. 16.00

Spennandi konsert í Listaskálanum 25. februar kl. 16.00 ... Sí meiraSí minni

2 vikur síðan

Í síðstu viku var symfoniorkestrið úr HOF í Akureyri á vitjan hjá Føroya Symfoniorkestri. Í tí sambandi ynsktu 2 violinspælarar, Chrissie og Gróa, at lurta eftir undirvísingini hjá Sámali Petersen á Frúutrøð fríggjadagin 2 februar.

Í síðstu viku var symfoniorkestrið úr HOF í Akureyri á vitjan hjá Føroya Symfoniorkestri. Í tí sambandi ynsktu 2 violinspælarar, Chrissie og Gróa, at lurta eftir undirvísingini hjá Sámali Petersen á Frúutrøð fríggjadagin 2 februar. ... Sí meiraSí minni

2 vikur síðan

Orkesturdagarnir við blásinæmingum í Tórshavnar Musikkskúla byrjaði í morgun. Í yngra orkestrinum, sum vit síggja á myndunum her, eru áleið 100 sera røsk børn, sum øll spæla blási og slagverksljóðføri. Í orkestur 2 eru áleið 60 næmingar, sum vit eisini síggja á myndunum. Næmingar úr Vestmanna, Suðri, Vágunum, Norðljómi o.a luttaka eisini á orkesturdøgunum. ... Sí meiraSí minni

2 vikur síðan

Var framvið í Skansastovu í dag og lýddi á venjingarnar til konsertina í morgin. Hetta er sokallað Crossover-konsert, har ið allir Miðnámsnæmingar, rútmiskir og klassiskir, saman taka lógvatak, og framføra tónleik hjá úrmælingabólkinum Godspeed, ið er eitt av mongu spennandi nøvnunum, ið vitja okkum, nú jassurin ljómar úr hvørjum skoti og kjallara í høvuðsstaðnum.
Hóast trongt í Skansastovu, so er vítt til veggja tónleikaliga. Dánjal á Neystabø og Torleik Mortensen líktist vandum leyvutemjarum, meðan teir løgdu teimum ungu lag á. Tað fór heilt upp at svinga og garta, tá ið Martin Schantz Godspeed komu á gátt.
Ja, gátt, heilt bókstaviliga.
Teir vóru noyddir at standa í durinum. Pláss var ikki fyri teimum inni í Suðurstovu. Har var á tremur við Miðnámsnæmingum.
Gleði tykkum til hesa konsertina í Norðurlandahúsinum leygardagin 27. januar kl. 15.00 í samband við megnartiltakið Vetrarjazz.
... Sí meiraSí minni

4 vikur síðan

Musikkskúla miðnám

Okkara næmingar á Musikkskúla miðnámi luttaka av fullum huga í megnartiltakinum Vertrarjazzi, sum er í hesum døgum. Tey hava Crossover sum evni hesa vikuna, har ið øll mørk millum tónleikasløg eru løgd niður. Klassiskt og rútmiskt eru bert eitt spjaldur, ið ungu tónleikararnir ikki geva sær so nógv far um. Tónleikur er tónleikur.
Manningin úr Morten Schantz Godspeed, saman við lærarunum í samanspæli, Torleik Mortensen og Dánjal á Neystabø, arbeiða við ungu spírunum og úrslitið av hesum er at hoyra í Norðurlandahúsinum leygardagin kl. 15.00

Musikkskúla miðnámJan 27, 3:00pmThe Nordic House in the Faroe IslandsHoyrið okkara framtíðar tónleikarar, sum júst hava verið á verkskeiði saman við tónleikarunum úr Godspeed.
... Sí meiraSí minni

4 vikur síðan

Spírar, yngsta blásiorkestrið í skúlanum, venur og tað ljóðar sum altíð sera væl 😊

Spírar, yngsta blásiorkestrið í skúlanum, venur og tað ljóðar sum altíð sera væl 😊 ... Sí meiraSí minni

1 mánaði síðan

Tórshavnar Musikkskúla ynskir øllum viðskiftafólki gott nýggjár!
Skúlagongdin byrjar aftur mikudagin 3. januar 2018 🙂
... Sí meiraSí minni

2 mánaðar síðan

... Sí meiraSí minni

2 mánaðar síðan

Nakrar jólamyndir.Image attachmentImage attachment

Nakrar jólamyndir. ... Sí meiraSí minni

2 mánaðar síðan

Sí á Facebook

Fabula I og Fabula II hevur konsert hjá TUTL Plátufelagið - TUTL Records kl. 17 í morgin! ... Sí meiraSí minni

2 mánaðar síðan

Meira ...

Kunningin frá deildunum

X