Stella Polaris

Stella Polaris

Stella Polaris

STELLA POLARIS er nýtt fyribrigdi í føroyskum tónleikalívi, og kappingin varð á fyrsta sinni hildin februar 2014. Kappingin gevur rásarúm fyri menning hjá musikalskum evnaríkum ungum, ið spæla klassiskan tónleik. Við at seta sjóneykuna júst á hetta økið, ynskir kappingin at geva sítt íkast til føroyska mentanarlívið, at vísa evnaríkum ungdómum størri ans, at vera fyrimynd fyri onnur ung, at staðfesta skapanargleði, menning og dygd og at stimbra áhugan fyri klassiskum tónleiki sum heild.

Luttøka

Luttøka

Tónleikarar sum hava tilknýti til Føroyar, kunnu melda seg til kappingina, aldursmarkið er 24 ár. Tónleikarar mugu ikki vera fyltir 25 ár, tá kappingin verður hildin.
Kappast verður í trimum aldursbólkum:

  • Aldursbólkinum til og við 13 ár (luttakarar mugu ikki verða fyltir 14 ár, tá kappingin verður hildin)
  • Aldursbólkinum 14 til og við 18 ár (luttakarar mugu ikki verða fyltir 19 ár, tá kappingin verður hildin)
  • Aldursbólkinum 19 til og við 24 ár (luttakarar mugu ikki verða fyltir 25 ár, tá kappingin verður hildin)
Kapping

Kapping

Kappingin er skipað í tveimum umførum. Fyrra umfar er innleiðandi.

Í fyrra umfarinum spæla luttakararnir eitt ella fleiri stykki, sum sýna teknisku og musikalsku førleikar luttakarans. Í fyrra umfari spælir hvør luttakari tónleik, sum er 5-6 minuttir til longdar til samans.

Seinna umfar er finala. Hvør luttakari spælir tvey ella fleiri stykki, sum skulu vera ólík í lyndi og frá tveimum ella fleiri ymsum tíðarskeiðum. Í hesum umfari spælir hvør luttakari tónleik, sum er 12-15 minuttir til longdar til samans.

Bæði umførini verða skipað sum almenn tiltøk.
 Dómsnevndin velur, við støði í øllum luttakarunum, í mesta lagi 6 luttakarar at taka lut í finaluumfarinum (seinna umfari).

Tað stendur til tann einstaka luttakaran, um hon/hann velur at spæla við nótum ella ei.

Tilmelding

Tilmelding

Lýst verður, tá tilmelding til Stella Polaris aftur verður.

Tilmelding til Stella Polaris kappingina er av.

Freisten var úti tann 1. desember 2016 kl. 13.00.

Virðislønir

Virðislønir

Hesar virðislønir verða latnar:

Serligar virðislønir í aldursbólkinum til og við 13 ár:

  • 1. virðisløn DKK 3.000,-
  • 2. virðisløn DKK 2.000,-
  • 3. virðisløn DKK 1.000,-

Serligar virðislønir í aldursbólkinum 14 til og við 18 ár:

  • 1. virðisløn DKK 4.000,-
  • 2. virðisløn DKK 3.000,-
  • 3. virðisløn DKK 2.000,-

Í finaluni (seinna umfari):

  • 1. virðisløn DKK 20.000,-
  • 2. virðisløn DKK 10.000,-
  • 3. virðisløn DKK 5.000,-

Aðrir luttakarar, sum koma í finaluna fáa virðisløn áljóðandi DKK 3.000,-.

Harumframt letur Atlantic Airways eitt gávukort á DKK 3.000,- til vinnaran í hvørjum bólki at brúka á rutunetinum.

Eins og seinastu ferð letur Konsertfelagið vinningar.
Allir luttakarar fáa eitt luttøkubræv (diplom), sum váttar, at teir hava tikið lut í kappingini Stella Polaris.
Tann, sum hevur vunnið 1. virðisløn í øðrum umfari (finaluni), kann ikki taka lut í kappingini aftur.

Dómsnevnd

Dómsnevnd

Í dómsnevndini eru 5 limir: ein útlendskur dómsnevndarformaður, eitt umboð fyri Føroya Symfoniorkestur, eitt umboð fyri áhoyrarar, eitt umboð fyri Tórshavnar Musikkskúla og eitt umboð fyri tónleikagreinina í breiðari merking.

Allar avgerðir hjá dómsnevndini eru endaligar.

Klaverfylgispæl

Klaverfylgispæl

Luttakararnir kunnu hava egnan klaverleikara. Til ber eisini at nýta ein klaverleikara, sum er knýttur at kappingini. Hetta tilboð er ókeypis, men luttakararnir mugu rokna við avmarkaðari venjingartíð.

Annað

Annað

Luttakarar syrgja sjálvir fyri gisting og møguligari ferðing í sambandi við kappingina.

Fyriskiparin hevur rætt til at gera upptøku av framførslunum til útvarps- ella sjónvarpsnýtslu uttan at veita luttakarum gjald fyri tað.

Fyriskipari av kappingini er Musikkskúlanevnd Tórshavnar Býráðs V/ Maluni Thomsen forkvinnu
.

Avgreiðslu skrivstova er Tórshavnar Musikkskúli, Frúutrøð 1, Tórshavn.

Stella Polaris 2017 - Finalan

Stella Polaris 2017 - Aldurbólkur 19 ár til og við 24 ár

Stella Polaris 2017 - Aldursbólkur 14 ár til og við 18 ár

Stella Polaris 2017 - Aldursbólkur til og við 13 ár

Stella Polaris verður stuðlað av EIK BANKA og NORÐURLANDAHÚSINUM.