Stella Polaris – SEMENT

Stella Polaris - SEMENT

Stella Polaris – SEMENT

Kappingin STELLA POLARIS hevur verið hildin nakrar ferðir fyri klassiskar tónleikarar. Fyrstu ferð í 2014. Stella Polaris verður nú víðkað til eisini at umfata rútmiskan tónleik, soleiðis at komandi fýra árini verður kappingin annaðhvørt ár fyri klassiskar tónleikarar og annaðhvørt ár fyri rútmiskar tónleikarar. STELLA POLARIS 2018 verður skipað saman við kappingini SEMENT.

Endamálið við kappingini er at eggja børnum og ungum at fáast við tónleik og at mennast sum tónleikarar. Kappingin tekur støði í tónleikalívinum í breiðari merking, bæði í musikkskúlahøpi og í tónleikalívinum í býnum.

Við at seta sjóneykuna á rútmiska tónleikapallin ynskir kappingin at geva sítt íkast til føroyska mentanarlívið, at vísa evnaríkum ungdómum størri ans, at vera fyrimynd fyri onnur ung, at staðfesta skapanargleði, menning og dygd, og at stimbra áhugan fyri rútmiskum tónleiki sum heild.

Luttøka

Luttøka

Tónleikarar, sum hava tilknýti til Føroyar, kunnu melda seg til kappingina, aldursmarkið er 25 ár. Tónleikarar mugu ikki vera fyltir 26 ár, tá kappingin verður hildin.
 Kappast verður í trimum aldursbólkum:

Um ein bólkur meldar til, er tað elsti limurin í bólkinum, sum avgerð, í hvørjum aldursbólki bólkurin hoyrir heima.

  • Aldursbólkinum til og við 13 ár (ongin luttakari í bólkinum má verða fyltir 14 ár, tá kappingin verður hildin)
  • Aldursbólkinum 14 til og við 17 ár (ongin luttakari í bólkinum má verða fyltir 18 ár, tá kappingin verður hildin)
  • Aldursbólkinum 18 til og við 25 ár (ongin luttakari í bólkinum má verða fyltir 26 ár, tá kappingin verður hildin)

Um ov fáar tilmeldingar eru til ein av aldursbólkunum, loyva fyriskipararnir sær at gera tillagingar í aldursbólkunum.

Kapping

Kapping

Kappingin verður skipað í tveimum umførum við innleiðandi umfari/umførum og finala. Einstaklingar/bólkar úr øllum aldursbólkum hava møguleika at kappast um at koma í finaluumfarið. Í fyrra umfarinum spæla luttakararnir eitt ella fleiri løg, sum sýna tekniskar og musikalskar førleikar luttakarans.

Longd á framførsluni í undanumfarinum kann í mesta lagi vera:

8 min í bólki 1 (til og við 13 ár)

10 min í bólki 2 (14 ár til og við 17 ár)

12 min í bólki 3 (18 ár til og við 25 ár)

Tað er aldurin á elsta tónleikaranum/einstaklingi í bólkinum, sum avgerð, hvørjum aldursbólki, bólkurin/einstaklingurin luttekur í, tá kappingin verður hildin.

Í bólki 1 skal í minsta lagi 1/3 av tilfarinum vera egið tilfar.

Í bólki 2 skal í minsta lagi 2/3 av tilfarinum vera egið tilfar.

Í bólki 3 skal í minsta lagi 2/3 av tilfarinum vera egið tilfar.

Dómsnevndin velur, við støði í øllum bólkum/einstaklingum, í mesta lagi 6 bólkar/einstaklingar at taka lut í finaluumfarinum (seinna umfarið).

Í finaluumfarinum spælir hvør bólkur/einstaklingur fleiri løg. Framførslan í finaluumfarinum er í mesta lagi 15 min til longdar.

Bæði undanumfør og finala verða skipað sum almenn tiltøk.

Kappingin hevur eitt standard “set up”, har til ber at leggja til við sínum egna. Kappingin stillar ljóðfólk  at avgreiða framførslurnar og at ljóðblanda, bæði til undanumfør og til finaluumfarið.

Tilmelding

Tilmelding

Tilmeldingin fer fram á netinum á heimasíðu Tórshavnar Musikkskúla www.tm.fo.

Luttakarar melda til í seinasta lagi ein mánað undan kappingini sum er 24 mars.

Tilmelding til Stella Polaris Sement er av.

Freisten var úti tann 24. mars 2018 kl. 24.00.

Virðislønir

Virðislønir

Hesar virðislønir verða latnar.

Serligar virðislønir í aldursbólkinum til og við 13 ár

  • Virðisløn DKK 3.000,-
  • Virðisløn DKK 2.000,-
  • Virðisløn DKK 1.000,-

Serligar virðislønir í aldursbólkinum 14 ár og til og við 17 ár

  • Virðisløn DKK 5.000,-
  • Virðisløn DKK 4.000,-
  • Virðisløn DKK 3.000,-

Í Finaluni (seinna umfarið)

  • Virðisløn DKK 20.000,-
  • Virðisløn DKK 10.000,-
  • Virðisløn DKK 5.000,-

Tey, sum koma í finaluna uttan at vinna 1. 2. ella 3. virðisløn, fáa virðisløn áljóðandi kr. 3.000,-

Aðrar virðislønir kunnu verða latnar.

Dómsnevnd

Dómsnevnd

Í dómsnevndini eru 5 limir: ein útlendskur dómsnevndarformaður, eitt umboð fyri Sement, eitt umboð fyri Tórshavnar Musikkskúla, eitt umboð fyri áhoyrarar og eitt umboð fyri tónleikagreinina í breiðari merking.

Allar avgerðir hjá dómsnevndini eru endaligar.

Standard “set up"

Standard “set up”

Á pallinum er:

GITTAR 
(1) Fender Deluxe Reverb gittar kabinett

BASS
(1) EBS Pro Line 410 bass kabinett

TRUMMUSETT 
(1) 20″ Kick
(1) 14″ x 5.5″ Snare
(1) 10″ Tom
(1) 14″ Tom
(1) 14″ K or Mastersound Hi-Hat
(1) 17″ K Custom Dark Crash
(1) 19″ K Custom Dark Crash
(1) 20″ K Custom Ride
(3) Boom Stands
(1) High Hat Stand
(1) Snare Stand
(1) DW 9000 Bass drum pedal
(1) Roc n Soc Saddle Throne

TANGENTAR

(1) Akustiskt upright klaver
(1) Yamaha P250 el klaver

ANNAÐ
(2) Hanging Guitar Stands
(2) Black Sand Bags for Drums
(2) Instrument Cable Packages
(1) 8′ x 8′ Drum Rug

Annað

Annað

Luttakarar syrgja sjálvir fyri gisting og møguligari ferðing í sambandi við kappingina.

Fyriskiparin hevur rætt til at gera upptøku av framførslunum til útvarps- ella sjónvarpsnýtslu uttan at veita luttakarum gjald fyri tað.

Fyriskiparar av kappingini eru vegna Musikkskúlanevnd Tórshavnar Býráðs V/ Eirikur Skála og vegna Sement, Rannvá Helenudóttir.

Avgreiðslu skrivstova er Tórshavnar Musikkskúli, Frúutrøð 1, Tórshavn.

Stella Polaris 2017 - Finalan

Stella Polaris 2017 - Aldurbólkur 19 ár til og við 24 ár

Stella Polaris 2017 - Aldursbólkur 14 ár til og við 18 ár

Stella Polaris 2017 - Aldursbólkur til og við 13 ár

Stella Polaris verður stuðlað av BETRI BANKA .

X