Upptøkureglugerð

Her ber til at kunna seg um mannagongdir á Tórshavnar Musikkskúla, viðvíkjandi tilmelding o.ø.

Tilmelding

Tilmelding

§ 1. Tórshavnar Musikkskúli bjóðar børnum og ungum undirvísing í ljóðføri og sangi. Harafturat eru samanspælstilboð partur av undirvísingini. Á heimasíðu skúlans ber til at lesa um tilboðini, sum skúlin bjóðar fram.

Stk. 2. Ymiskt er nær til ber hjá næmingi at byrja at spæla ljóðføri. Atlit verða tikin til aldur, og hvussu kropsbygnaðurin er. Á heimasíðu skúlans stendur vegleiðandi, hvat vit meta hóskandi aldur at byrja undirvísing á einstøku ljóðførunum.

Stk. 3. Næmingar melda til skúlan á heimasíðuni www.tm.fo. Næmingar kunnu meldað til við einum ella fleiri ynskjum, tó í mesta lagi trimum ynskjum.

Stk. 4. Næmingar tekna seg til skúlan á hvørjum ári, og skúlin tekur næmingar inn í tann mun at pláss eru. Næmingar, ið ikki sleppa framat, verða settir á ein tilmeldingarlista fyri inniverandi skúlaár. Á hvørjum ári vera næmingar, sum ganga í skúlanum og teir sum eru á tilmeldingarlistanum, at tekna seg av nýggjum.

Stk. 5. Áðrenn byrjað verður, hevur lærari, samrøðu við næming og foreldur um, hvørjar væntanir og treytir eru fyri at vera næmingur í skúlanum. Eisini verður tosað um møgulig viðurskifti kring ljóðførið.

Stk. 6. Um næmingur gevst, verður hettar skrivliga fráboðað skúlanum.

Stk. 7. Serlig skipan er fyri næmingar, ið koma frá Litir í Leiki.Stk. 8. Skúlaleiðarin kann gera frávik frá hesum reglum í sambandi við næmingar, ið flyta til kommununa og hava verið innskrivaðir í musikkskúla frammanundan.

Upptøka til miðnám

§ 2. Árliga verður skipað fyri upptøkuroynd til Miðnám. Nærri verður lýst í miðlunum um tað, og hvørjar treytirnar eru. Minám er eitt samstarv millum Tórshavnar kommunu og Musikkskúlaskipanina/Mentamálaráðið.

Upptøka til PO

§ 3. Tá pláss eru tøk, verður boðað frá møguleikanum at søkja upptøku á orgulútbúgvingini (POútbúgvingini) Samskiparin av PO og skúlaleiðarin avgera, um næmingur skal takast upp á PO.

Stk. 2. Møgulig roynd kann verða fyriskipað eftir fyriliggjandi lesiætlan fyri PO útbúgving á donskum kirkjumusikkskúlum.

Aldurmark

§ 4. Tórshavnar Musikkskúli bjóðar sum útgangsstøði undirvísing til børn og ung upp til 25 ár.

Stk. 2. Undantøk kunnu gerast, og tá verður avtala gjørd við skúlan í hvørjum einkultum føri.

Stk. 3. Næmingar, sum hava tikið prógv í musikkskúlamiðnámi, vera útskrivaðir aftaná loknan lestur í skúlanum. Um orsøkir eru fyri, at næmingurin skal halda fram eftir Miðnám, kann serlig avtala verða gjørd við skúlan. Í slíkum førum verður atlit tikið til framtíðarynski og møguliga upptøku á hægri tónlistaskúla.

Royndartíð

§ 5. Fyrstu 3 mánaðirnir eftir at næmingurin er byrjaður, verða at rokna sum royndartíð. Eftir lokna royndartíð kunnu báðir partar taka stig til eftirmeting.

Stk.2. Tað verður væntað av næmingum, at teir gera sær ómak at venja heima og møta til undirvísing. Um næmingurin ikki fær møtt til undirvísing skal fráboðast lærara.

Undirvísingarstøð

§ 6. Undirvísingin fer fram í Tórshavnar Musikkskúla á Frúutrøð 1 og Skansastovu í Dj. í Geilgøtu 1. Í nøkrum førum kann undirvísingin fara fram í øðrum hølum.

Farloyvi

§ 7. Til ber hjá næmingi at fara í farloyvi upp til 1 ár í senn. Næmingurin skal tá, eins og aðrir næmingar, aftur meldað til skúlan í seinasta lagi 1. juni.

Gjald fyri árliga tilmelding

§ 8. Gjaldið er í løtuni kr. 2000 fyri eitt skúlaár, her íroknað lán av ljóðføri. Eisini er brúk av bløðum, streingir, olja, harpiks o.a. sum skal til fyri at spæla ljóðføri, við í gjaldinum. Fakturi við gjaldstreytum o.ø tilskilað verður sendur út umvegis teldupost eftir skúlaársbyrjan. Næmingar, ið melda til í skúlaárinum, fáa faktura við gjaldstreytum o.ø tilskilað sendandi við telduposti eftir byrjan.

Síðani verður áminning send út annan hvønn dag 5 ferð. Eftir hetta fara rykkjarar út eftir vanligum mannagongdum.

Um gjaldið ikki verður goldið innan ásettu freistina, verður næmingurin útskrivaður frá skúlanum og fráboðan send um tað.

Stk. 2. Um næmingurin gevst í skúlaárinum, verður tilmeldingargjaldið ikki endurrindað.

Stk. 3. Um fleiri systkin ganga í skúlanum, rindar fyrsta barnið fult tilmeldingargjald og onnur systkin einans 50 % av tilmeldingargjaldinum, tó bert tá gingið verður til einstaklinga undirvísing. Hetta er tó ikki galdandi fyri systkin, ið eru 18 ár og eldri.

Stk. 4. Árligi kostnaður fyri spælistovur er kr. 500.-

Stk. 5. Árligi kostnaðurin fyri barna- og ungdómskór er kr. 500.-

Stk. 6. Árligi kostnaðurin fyri Musikkskúla Miðnám og PO – er kr. 2.400.-

Stk. 7. Árligi kostnaðurin fyri undanskeið er kr. 800.-

Stk. 8. Árligi kostnaðurin fyri Litir í Leiki er kr. 5.000.-

Lán av ljóðføri

§ 9. Í tann mun ljóðføri eru til taks, er gjørligt at lána ljóðføri frá skúlanum.

Stk. 2. Næmingur kann bert lána ljóðføri í ávísa tíð, alt eftir stødd og kostnaði á ljóðføri, sí lista á heimasíðu skúlans www.tm.fo. Eftir hettar má næmingurin sjálvur keypa sær ljóðføri, hettar kann gerast í samráð við læraran.

Stk. 3. Næmingar hava skyldu at hava trygging fyri ljóðføri, ið verður leigað.

Stk. 4. Tá næmingur gevst, skal lærarin umframt skrivstovan hava boð um hetta, og skal lánta ljóðførið latast skrivstovuni skjótast til ber.

Støðumet

§ 10. Næmingar skulu upp til árligt støðumet, um ikki annað verður avgjørt av skúlaleiðaranum.

Børn við serligum tørvi

§ 11. Børn við serligum tørvi kunnu verða upptikin. Eru serlig atlit at taka hjá barninum, skal hetta viðmerkjast, tá tilmeldað verður.

Undirvísingartíð, samanspæl vm

§ 12. Ein undirvísingartími er vanliga 30 minuttir um vikuna. Framkomnir næmingar kunnu fáa 40 min. undirvísingartíð um vikuna. Avvarðandi lærari metir um, hvørjir næmingar skulu hava hettar tilboðið. Avtala skal gerast við skúlaleiðaran í hvørjum einstøkum føri, um næmingur skal hava longda undirvísingartíð.

Stk. 2. Um næmingurin spælir ljóðføri, ið náttúrliga er partur av orkesturspæli/samanspæli, verður hettar at skilja sum partur av undirvísingini, og fevnt av somu treytum sum í § 5 stk. 2.

Skifta ljóðføri

§ 13. Í heilt serligum føri, har næmingur ynskir at skifta til annað ljóðføri, ber hetta til, um pláss er tøkt. Næmingurin skal tó hava gingi› til undirvísing á skúlanum í minst tvey ár, áðrenn skiftið kann fara fram.

Gildiskoma

§ 14. Hesar leiðreglur koma í gildi 1. mei 2016 eftir at hava verið samtyktar av mentamálanevnd, fíggjarnevnd og Tórshavnar Býráð

Upptøka til Miðnám

Upptøka til Miðnám.

Árliga verður skipað fyri upptøkuroynd til Miðnám. Nærri verður lýst í miðlunum um tað, og hvørjar treytirnar eru. Miðnám er eitt samstarv millum Tórshavnar kommunu og Musikkskúlaskipanina/Mentamálaráðið.

Upptøka til PO

Upptøka til PO.

Tá pláss eru tøk, verður boðað frá møguleikanum at søkja upptøku á PO-útbúgvingini (urgutónleikara) Samskiparin av PO og skúlaleiðarin avgera, um næmingur skal takast upp á PO.

Møgulig roynd kann verða fyriskipað eftir fyriliggjandi lesiætlan fyri PO útbúgving á donskum kirkjumusikkskúlum.

Aldursmark

Aldursmark.

Tórshavnar Musikkskúli bjóðar sum útgangsstøði undirvísing til børn og ung upp til 25 ár.

Undantøk kunnu gerast, og tá verður avtala gjørd við skúlan í hvørjum einkultum føri.

Næmingar, sum hava tikið prógv í musikkskúlamiðnámi, vera útskrivaðir aftaná loknan lestur í skúlanum. Um orsøkir eru fyri, at næmingurin skal halda fram eftir Miðnám, kann serlig avtala verða gjørd við skúlan. Í slíkum førum verður atlit tikið til framtíðarynski og møguliga upptøku á hægri tónlistaskúla.

Royndartíð

Royndartíð.

Fyrstu 3 mánaðirnir eftir at næmingurin er byrjaður, verða at rokna sum royndartíð. Eftir lokna royndartíð kunnu báðir partar taka stig til eftirmeting.

Tað verður væntað av næmingum at teir gera sær ómak at venja heima og møta til undirvísing. Um næmingurin ikki fær møtt til undirvísing skal fráboðast lærara.

Farloyvi

Farloyvi.

Til ber hjá næmingi at fara í farloyvi upp til 1 ár í senn. Næmingurin skal tá eins og aðrir næmingar aftur meldað til skúlan í seinasta lagi 1. juni.

Lán av ljóðføri

Lán av ljóðføri.

Í tann mun ljóðføri eru til taks, er gjørligt at lána ljóðføri frá skúlanum.

Støðumet

Støðumet.

Næmingar skulu upp til árligt støðumet, um ikki annað verður avgjørt av skúlaleiðaranum.

Børn við serligum tørvi

Børn við serligum tørvi.

Børn við serligum tørvi kunnu verða upptikin. Eru serlig atlit at taka hjá barninum, skal hetta viðmerkjast, tá tilmeldað verður.

undirvísingartíð, samanspæl vm.

Undirvísingartíð, samanspæl vm.

Ein undirvísingartími er vanliga 30 minuttir um vikuna. Framkomnir næmingar kunnu fáa 40 min. undirvísingartíð um vikuna. Avvarðandi lærari metir um, hvørjir næmingar skulu hava hettar tilboðið. Avtala skal gerast við skúlaleiðaran í hvørjum einstøkum føri, um næmingur skal hava longda undirvísingartíð.
Um næmingurin spælir ljóðføri, ið náttúrliga er partur av orkesturspæli/samanspæli, verður hettar at skilja sum partur av undirvísingini

Skifta ljóðføri

Skifta ljóðføri.

Í heilt serligum føri, har næmingur ynskir at skifta til annað ljóðføri, ber hetta til, um pláss er tøkt. Næmingurin skal tó hava gingið til undirvísing á skúlanum í minst tvey ár, áðrenn skiftið kann fara fram.