Skilhaldsreglur fyri Tórshavnar Musikkskúla

  • Øll á skúlanum eiga at sýna umhugsni og sømiligan atburð, soleiðis at skúlin kann virka øllum at gagni
  • Fyrilit skal havast fyri øllum teimum, sum virka í skúlanum, fyri húsinum og tí, sum inni er.
  • Hølini skulu, eftir brúk, latast aftur í sama standi, sum tey vóru fingin í.
  • Tey, ið hava tilknýti til skúlan, antin sum lærari ella miðnámsnæmingur, hava rætt til at brúka tónleikahølini í Tórshavnar Musikkskúla uttan kostnað, treytað av, at hølini eru tøk í hølisyvirlitinum í SpeedAdmin skipanini.
  • Ljóðførini hjá Tórshavnar Musikkskúla, ið hoyra heima í ávísum høli og sum dagliga verða nýtt til frálæru, skulu ikki flytast millum hølini.
  • Ljóðførini skulu undir ongum umstøðum nýtast uttanfyri skúlan uttan í serligum førum og uttan serstakt loyvi, sum einans kann gevast av leiðslu stovnsins. Hetta er galdandi fyri lærarar og næmingar. Brot á hetta kann viðføra endurgjald fyri ljóðførið.
  • Øll høli í Tórshavnar Musikkskúla eru fevnd av reglugerð hjá Tórshavnar Kommunu, har børn og ung ferðast. Tað er tí strangliga bannað, at rúsdrekka ella annað rúsandi verður nýtt á skúlanum uttan serstakt loyvi, sum einans kann gevast av leiðslu stovnsins.
  • Um trupulleikar eru við hølunum ella ljóðførunum, skal hetta fráboðast til leiðslu stovnsins.