Reglugerð fyri Tórshavnar Musikkskúla

frá 30. September 2009

§ 1. Tórshavnar Musikkskúli er ein kommunalur stovnur undir Musikkskúlaskipanini, sum bjóðar tónleikaundirvísing til børn og ung.

§ 2. Endamálið hjá Tórshavnar Musikkskúla er at menna musikalsku gávur næminganna, at vekja ans fyri tónleiki, at leggja støði undir einum ríkum musikklívi og skipa fyri konsertum.
Yrki skúlans fer fram í samarbeiði við heim, skúla og aðrar musikkfelagsskapir.

§ 3. Tórshavnar Musikkskúli veitir grundútbúgving, vokal- og/ella instrumentalundirvísing, undirvísing í samanspæli og samansangi, kunnleika um mentanararv og um nýggjar og gamlar framburðarhættir innan musikkin eins og hann skipar fyri næmingaframførslum.
Undirvísingin verður annars at fremja í samsvar við § 2, stykki 3 í løgingslóg nr. 69 frá 7. juni 1984, sum broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 20. mai 1996, um stuðul til musikkskúlar ásettar reglur og kann enda við roynd.

§ 4. Mentamálaráðið setur lærarar eftir tilmæli frá leiðaranum í Tórshavnar Musikkskúla.

§ 5. Tórshavnar býráð setur eftir tilmæli frá trivnaðarstjóranum og mentamálaleiðaranum ein leiðara at hava dagligu leiðsluna av skúlanum og umsita ognir skúlans. Leiðarin hevur ta dagligu námsfrøðiligu og umsitingarligu ábyrgdina av arbeiði skúlans. Býráðið ásetur løn leiðarans.

§ 6. Tórshavnar Musikkskúli ger á hvørjum ári uppskot til fíggjarætlan skúlans fyri komandi fíggjarár.

§ 7. Tórshavnar Býráð hevur fíggjarligu ábyrgdina av musikkskúlanum.

§ 8. Ein 5 mannanevnd verður sett at fremja áhugamál Tórshavnar Musikkskúla. Nevndarlimirnir verða tilnevndir av Tórshavnar Býráð fyri eitt býráðsvalskeið í senn.
Nevndin skipar seg sjálv. Leiðarin í Tórshavnar Musikkskúla er skrivari hjá nevndini.

§ 9. Nevndin arbeiðir fyri góðum korum hjá musikkskúlanum, miðar eftir at vekja ans fyri tónleiki og arbeiðir sum heild fyri áhugamálum musikkskúlans. Nevndin eigur saman við musikkskúlanum at eggja til eitt ríkt og fjøltáttað tónleikalív.

§ 10. Nevndin hevur í minsta lagi seks fundir um árið, og umboð fyri lærararáðið í musikkskúlanum kunnu luttaka í fýra av teimum.

§ 11. Nevndin letur mentamáladeildini ársfrágreiðing í januar.