Musikkskúlanevnd

Smb. reglugerð frá 30. sept. 2009:

Er ein 5 mannanevnd sett at fremja áhugamál Tórshavnar Musikkskúla.

Nevndarlimirnir verða tilnevndir av Tórshavnar Býráð fyri eitt býráðsvalskeið í senn.

 

Limirnir í nevndini eru:

Uni Árting, formaður

Malan Eyðunsdóttir

Rói B Poulsen

Malan Thomsen

Jens Marni Hansen.

Leiðarin í Tórshavnar Musikkskúla er skrivari hjá nevndini.

Nevndin arbeiðir fyri góðum korum hjá musikkskúlanum, miðar eftir at vekja ans fyri tónleiki og arbeiðir sum heild fyri áhugamálum musikkskúlans.

Nevndin eigur saman við musikkskúlanum at eggja til eitt ríkt og fjøltáttað tónleikalív.

Nevndin hevur í minsta lagi seks fundir um árið pg letur á hvørjum ári í januar mánaði Mentamáladeild Tórshavnar Býráð ársfrágreiðing.