Gjald

 

Gjaldið er í løtuni kr. 2000 fyri eitt skúlaár, her íroknað lán av ljóðføri. Eisini er brúk av bløðum, streingir, olja, harpiks o.a. sum skal til fyri at spæla ljóðføri, við í gjaldinum.

Fakturi við gjaldstreytum o.ø tilskilað verður sendur út umvegis teldupost eftir skúlaársbyrjan. Næmingar, ið melda til í skúlaárinum, fáa faktura við gjaldstreytum o.ø tilskilað sendandi við telduposti eftir byrjan. Síðani verður áminning send út annan hvønn dag 5 ferð. Eftir hetta fara rykkjarar út eftir vanligum mannagongdum.

Um gjaldið ikki verður goldið innan ásettu freistina, verður næmingurin útskrivaður frá skúlanum og fráboðan send um tað.

Um næmingurin gevst í skúlaárinum, verður tilmeldingargjaldið ikki endurrindað.

Um fleiri systkin ganga í skúlanum, rindar fyrsta barnið fult tilmeldingargjald og onnur systkin einans 50 % av tilmeldingargjaldinum, tó bert tá gingið verður til einstaklinga undirvísing. Hetta er tó ikki galdandi fyri systkin, ið eru 18 ár og eldri.

Árligi kostnaður fyri spælistovur er kr. 500.-

Árligi kostnaðurin fyri barna- og ungdómskór er kr. 500.-

Árligi kostnaðurin fyri Musikkskúla Miðnám og PO – er kr. 2.400.-

Árligi kostnaðurin fyri undanskeið er kr. 800.-

Árligi kostnaðurin fyri Litir í Leiki er kr. 5.000.-